Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um at kallað tingið saman er eingin áheitan komin til tingformannin.
Edmund Joensen, tingformaður, sigur at enn er eingin áheitan komin til tingformannin um at kalla tingið saman í samband við verkfallið.
– Tingfundur er mikudagin og freistin er eitt samdøgur fyri at fáa eitt mál til viðgerar á tingi.
– Eg havi bara hoyrt tað sum hevur verið í fjølmiðlunum, men eingin flokkur ella tingmaður hevur sett seg í samband við meg viðvíkjandi verkfallinum, sigur Edmund Joensen, í stuttari viðmerking.




