Hóast ítróttardómstólurin var fullmannaður í kvøld so var eingin avgerð tikin viðvíkjandi kæruni frá VB/Sumba um niðurstøðuna hjá dómsnevndini hjá FSF í HB málinum.
Anja Hovgaard, forkvinna fyri ítróttardómstólin hjá ÍSF sigur fyri løtu síðan at eingin niðurstøða var gjørd á fundinum.
Norðlýsið: – Hava tit tykið avgerð um dómstólurin skal viðgera klæðuna frá VB/Sumba?
Anja Hovgaard: – Nei, heldur ikki tað hava vit tikið avgerð um!
Forkvinnan upplýsir tó at dómstólurin var fullmannaður men hon vil als einki siga um fundin.
– Vit hava avtalað at møtast aftur einaferð í annaðkvøld og tá heldur viðgerin so fram.
Hetta var tað einasta vit fingu burtur úr forkvinnuni í kvøld. Hvat ein skal leggja í hetta er ikki vist, men tað hevði óivað verið skjótt at avgreitt málið um dómstólurin hevði víst klæðuna frá sær, men kanska meira verður at frætta í morgin.




