Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin avgerð tikin um at miðsavna vaktarskipanina

John William Joensen

sigur fútin, Karen Marie Olsen , sum vísir aftur at politiið um vikuskiftini fer at koyra út frá politigarðinum í Havn.

– Lat meg siga beinan vegin at tað er als eingin avgerð tikin um at vikuskiftisvaktin hjá politinum verður flutt til Havnar og at vaktarhaldið harvið kemur at ganga út frá støðini í Havn. 

– Av tí at nýggjar reglur eru komnar í gildi, sum forða fyri at politistar kunnu hava meira enn eitt ávíst tal av vikuskiftis- og náttarvaktum, so hava vit havt trupuleikar við at fingið vaktarskemaði at ganga upp. 

– Í hesum sambandi hava vit hugsað um ymiskar møguleikar – men tað hevur als ikki verið upp á tal at niðurleggja vaktirnar kring landið.

Arrestin í Havn
Fútin heldur eisini at hóast tað kann vera ein ampi hjá fólki at sita í arrestini í Havn ístaðin fyri í Klaksvík so noyðist politiið at brúka kreftirnar rætt. 

– Tá tú endar í brummuni – so er tað ein orðsøk til hetta og persónliga haldi eg ikki at tað er ein stórur ampi at tú verður leyslatin og síðani mást keypa ein ferðaseðil við bussi aftur til Klaksvíkar. 

– Alternativið er at vit eru noydd at binda ein løgreglumann á støðini í Klaksvík um náttina, og hetta er ikki serliga praktist, tá fólk jú altíð eru til arbeiðis á politigarðinum í Havn, sigur Karen Marie Olsesen, fúti.