Tað gongur sera illa við royndaruppboðsøluni hjá landsstýrinum. Nakrir fáir av verandi aktørum í fiskivinnuni keyptu allar kvoturnar fyri yvirprís, sum vóru bjóðaðar út á uppboðsølu, og í dag kundi Fiskamarknaður Føroya staðfesta at eingin keypari var til fiskin, sum Enniberg bjóðaði alment út á Fiskamarknaði Føroya

Tann parturin av veiðuni hjá Enniberg, sum var boðin út í vikuni, er parturin, sum er veiddur av teirri kvotu, sum Enniberg keypti í juli mánað í ár. Samamsvarandi § 1, stk. 6 í lógini um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir m.a. botnfiski í Barentshavinum og § 18 í kunngerðini um uppboðssölu av kvotum skuldi hesin parturin av veiðuni bjóðast út til føroyskar fiskakeyparar. Enniberg hevur fingið fiskin í russiska partinum av Barentshavinum á tí túrinum sum endaði 13. august í ár. Veiðan var liðugt landað 18. august.
Men tað er sera trupult hjá fiskakeyparum at keypa so stórar nøgdir uttan fyrst at hava møguleika at útvega sær avtakarar av fiskinum, so hóast nakrir fyrispurningar vóru kom einki boð. Vit kunnu bara staðfesta at nú uppboðsølan endaði, var eingin keypari, og tí kann Enniberg selja ella virka fiskin, var sagt av Fiskamarknaði Føroya.