Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin føroyingur offur í París

Danial Viðoy

Norðlýsið hevur júst verið í samband við Føroya Løgmann. Hann sigur, at føroysku myndugleikarnir hava verið í samband við donsku myndugleikarnir, fyri at kanna um nakar føroyingur er millum ofrini í París.

Danskir myndugleikar kanna eisini, um nakar føroyingur, varð raktur av yvirgangsálopunum í París í nátt.

Enn hevur løgmaður ikki fingið váttað ella avsannað nakað, sigur hann við Norðlýsið. Men tað eru ongar ábendingar um, at nakar føroyingur hevur verið offur fyri yvirgangin í París fríggjakvøldið tann trettanda.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaði m.a. soleiðis í tíðindaskrivi til miðlarnar í morgun:

Yvirgangsatsóknirnar í París eru enn eitt álop á okkara grundleggjandi frælsi. Tað er burtur úr vón og viti, at verjuleys fólk, sum eru farin út at eta, á konsert ella til ein fótbóltsdyst, brádliga gerast offur fyri yvirgangi.