Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin Gamst til Føroyar

Jákup Ósá

Rosenborg hevur kunngjørt sín hóp til dystin móti Víkingi. Talan er um nógvar leikarar við A-landsliðsroyndum.

Kanska kendasti leikarin hjá Rosenborg er 33 ára gamli Morten Gamst-Petersen. Men hann er langtíðarskaddur og tí ikki við, tá oddaliðið í bestu norsku deildini vitjar Víking hóskvøldið á Svangaskarði.

Talan er um góðar leikarar. 8 leikarar eru við, sum hava A-landsliðsroyndir fyri Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland og Ísland. 

Rosenborg hevur á síni heimasíðu kunngjørt hópin til dystin í Føroyum. Venjarin Kåre Ingebrigtsen hevur úttikið hesar leikararnar:

01 André Hansen (landystir fyri Noreg: 2)
03 Mikael Dorsin (landsdystir fyri Svøríki: 16)
05 Holmar Örn Eyjolfsson (landsdystir fyri Ísland: 2)
07 Mike Jensen (landsdystir fyri Danmark: 2)
09 Riku Riski (landsdystir fyri Finnland: 18)
10 Tomas Malec (landsdystir fyri U17 hjá Slovakia: 2)
11 Tobias Mikkelsen (landsdystir fyri Danmark: 8)
12 Alexander Lund Hansen (eykamálverji)
15 Alexander Søderlund (landsdystir fyri Noreg: 19)
16 Jørgen Skjelvik (landsdystir fyri Noreg: 2)
17 Emil Nielsen
20 Ole Selnæs (landsdystir fyri U21 Noreg: 4)
21 Fredrik Midtsjø
22 Jonas Svensson (landsdystir fyri U21 Noreg: 6)
32 John Hou Sæter (landsdystir fyri U18 Noreg: 3)
34 Sivert Solli
36 Andreas Helmersen
38 Per Magnus Steiring

Rosenborg boðar eisini frá, at fyri 79 kr. ber til at stroyma dystin á teirra heimasíðu á RBKTV.

Harleyfacadeacryl