Fundur hevur verið allan morgun í samgonguni, men eingin semja er í eygsjón – hinvegin var fundurin merktur av rumbli og ósemjum.
Teir samgongulimir sum Norðlýsið hevur tosað við hava ikki gott mót um at tað fer at eydnast at finna eina semju.
Sagt verður at fundurin í morgun var merktur av ruðuleika í samgonguni, men avtala er so gjørd um at tosað saman aftur seinrapartin.
Samgongustevið burtur
Tað var rættuliga greitt á fundinum, at málið um Føroyar sum eitt valdømið hevur gjørt at samgonguflokkarnir hava mist gongulagið.
Tann góði samstarvsviljin sum hevur eyðkent samgongu fundirnar er burtur og menn vóru rættuliga sintir.
Eisini byrjaðu menn at seta ymiskar íløgur á fíggjarlógini ímóti hvørjum øðrum og fleiri settu spurnartekin við framtíðar samstarv eftir eitt løgtingsval.
Norðlýsið skilir at formennirnir í samgonguflokkunum fara seinrapartin á fund við løgmann.
Tað eru eisini alt fleiri tingmenn sum eru farnir at tosað um, at tað er betri at hava løgtingsval áðrenn fólkatingsvalið, so í løtuni má ein siga at breiða samgongan hongur í einum sera tunnum tráð.




