Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin ítróttur uttan sjálvboðið arbeiði: Thom tryggjar trivnað

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ein av persónunum, sum er um leikararnar í Formulahópinum hjá KÍ, er liðleiðarin, hvørs uppgáva er at taka sær av nógvum av tí praktiska hjá liðnum.

Hann er kendur fyri sín heita hugburð og arbeiðssemi, og hann er tí sera væl egnaður til uppgávuna sum liðleiðari hjá Formulaliðnum.

Liðleiðarin tekur sær av nógvum av tí praktiska hjá liðnum, og hann er eisini nógv saman við og uttan um leikararnar.

Eins og tær, ið taka sær av klæðum v.m, hevur hann stóran týdning fyri trivnaðin og hugnan í hópinum, og júst hetta er nakað, ið upptekur Thom Jakobsen, liðleiðara hjá besta KÍ-liðnum.

Hóskvøldið, tá hópurin vandi, hittu vit Thom, har hann var við vøllin og fylgdi við venjarum og leikarum, prátaði við onkrar, áðrenn hann fór innar í klædnarúmið, har hann gjørdi kaffi og heitaði saft til leikararnar, sum teir skuldu fáa eftir venjingina.

– Eg eri sannførdur um, at trivnaðurin hevur sera stóran týdning fyri liðið og hópin, og at hann eisini í síðsta enda fer at hava ávirkan á úrslitini hjá liðnum.

– Tí er tað so umráðandi, at vit frá byrjan í árinum fáa skapt ein góðan trivnað og samanhald í hópinum.

Sum hjá so mongum øðrum frítíðar- og íróttarfeløgum er tað sjálvbodna arbeiðið hjá nógvum ymiskum fólkum grundarlagið undir virkseminum í KÍ, sum felagið hevði kunnað verið fyri uttan.

Thom hevur eftirhondini í fleiri ár røkt uppgávuna sum liðleiðari.