Áhugin fyri uppskotinum til Løgtingsfíggjarlóg 2017 er sum altíð rættiliga stórur og fyri MBF serliga fyri tí, sum viðkemur brekøkinum.
MBF hevur í fleiri ár lagt orku í at vísa á tørvin at fáa føroyskar sendingar í Kringvarpi Føroya tekstaðar soleiðis, at fólk, ið hava niðursetta hoyrn ella eru deyv fáa møguleika fyri at fylgja við í tí, sum hendir í føroyska samfelagnum.
Umstøðurnar hjá fólki, ið eru tunghoyrd, var eisini eitt av evnunum í skuggafrágreiðingini til ST nevndina. ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek sigur greitt, at øll hava sama rætt. Ein stórur partur av føroyingum eru í dag útihýstir, tað er at gera mannamun.
Sjálvsagt hevur hetta ikki einans týdning, tí ST sáttmálin vísir á hesi grundleggjandi rættindi, men tí at atgongd til sendingar í Kringvarpinum eigur at vera ein sjálvsagdur rættur hjá øllum føroyingum. Eisini var í niðurstøðunum úr ST beinleiðis álagt Føroya Landsstýri at fáa greiðu á hesum.
Nú uppskot til fíggjarlóg 2017 er lagt fram, mugu vit ásanna, at ongin upphædd er sett av á fíggjarlógini undir játtanini til Kringvarpið at teksta sendingar. Harmiligt! Vit vóna tó, at politiski myndugleikin tekur hetta í álvara, so javnrættindi fevnir allar føroyingar.
Vit fegnast tó um, at játtanin til at teknmálstulka sendingar er hækkað við kr. 150.000,- fyri 2017, og er nú komin uppá kr. 585.000,-.
Vónandi tekur Mentamálaráðið niðurstøðurnar úr ST í álvara og finnur eina játtan soleiðis, at Kringvarp Føroya málrættað kann fara undir at teksta føroyskar sendingar.




