”Tað er ikki gjørd ein sjálvstøðug kanning av kostnyttuvirðinum. Kostnaðarætlan: Kostnaðurin er mettur til umleið 400 mió” …vinarliga Tórshavnar Kommuna
”Tað er ikki gjørd ein sjálvstøðug kanning av kostnyttuvirðinum. Kostnaðarætlan: Kostnaðurin er mettur til umleið 400 mió” …..vinarliga Tórshavnar Kommuna
Borgarstjórin í Havn var ikki meira enn komin til arbeiðis í Løgtinginum tá hann í brævið til miðlarnar og fyrispurningi til landsstýrismannin setti spurnartekin við kostnyttuvirði hjá Skálafjarðar- og Sandoyartunnlunum. Tórshavnar Kommuna og serliga borgarstjórin hevur lagt stóra orku í eina útbygging av Tórshavnar Havn sum er mett at kosta kr. 400.000.000.
Norðlýsið bað Tórshavnar Kommunu um innlit í kanning av kostnyttuvirðinum av nýggju góðshavnini. Svarið frá umsitingini á Vaglinum er ikki sørt løgi, tí sambært umsitingini hevur býráði als ikki biði um nakra kanning av kostnyttuvirðinum.
Svar frá Tórshavnar Kommunu til Norðlýsið:
”Tað er ikki gjørd ein sjálvstøðug kanning av kostnyttuvirðinum. Kostnaðarætlan: Kostnaðurin er mettur til umleið 400 mió…..”




