Orsøkin er ítróttalig, sigur formaðurin í KÍ.
– Kappingarárið hjá okkara mansliði endar ikki fyrr enn hálvan desember, og dystirnir í bólkaspælinum krevja nógv. Tað hevur við sær, at tað ikki ber til at skipa fyri ársveitsluni í ár, og tí seta vit øll segl leygardagin, har vit fagna felagnum, okkara meistaraheitum, okkara spælarum, venjarum og øllum, sum eru um KÍ, sigur formaðurin við heimasíðuna hjá KÍ.
KÍ hevur ístaðin ein fagnaðardag. KÍ skrivar:
Leygardagin 28. oktober verður ein sannur bláur fagnaðardagur. Heldur enn at halda ta árligu KÍ-veitsluna sama kvøld, sum landskappingin endar, skipar felagið fyri einum stórum KÍ-fagnaðardegi á Djúpumýru
– Vit skipa fyri einum KÍ-fagnaðardegi, har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda størsta kappingarári hjá felagnum nakrantíð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Neyvari skrá fyri KÍ-fagnaðardagin verður kunngjørd í vikuni.


