Hóast Mjølnir liggur á odda í landskappingini so hava landsliðsvenjararnir valt ikki at taka nakran leikara úr Mjølnir við til EM-undankappingina. Landsliði er mannað av leikarum sum spæla uttanlanda og í ÍF, Fram og SÍ.
Norðlýsið hevur fingið soljóðandi tíðindaskriv frá FBF:
Jesper Brix og Suni Hansen venjarar hjá manslandsliðnum í flogbólti hava nú úttikið teir leikarar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini, sum verður í skotlandi í døgunum 18-22 desember.
Leikararnir eru:
Rúni Weihe, BK-Tromsø
Bárður Bendis Mikkelsen, Holte IF
Suni Juul Petersen, PVC Lyngby
Ragnar Petersen í Haraldsstovu, Holte IF
Johann Nielsen, Amager VK
Steinar Eirikstoft, PVC Lyngby
Odd Eliasen, ÍF
Jan Áki Olsen, ÍF
Bartal Eliasen, ÍF
Jens Heri Mortensen, Fram
Jóhan Petur á Stongum, SÍ
Føroyar, sum eru í bólki saman við Skotlandi, Íslandi og Luxembourg, skulu leika tríggjar dystir á ferðini. Dystirnir verða annars hesir:
Fríggjadagin 19. dec. Kl. 16,30 Føroyar – Ísland
Fríggjadagin 19. dec. Kl. 19,00 Skotland – Luxemburg
Leygardagin 20. dec. Kl. 14,30 Ísland – Luxemburg
Leygardagin 20. dec. Kl. 19,30 Skotland – Føroyar
Sunnudagin 20. dec. Kl. 13,00 Føroyar – Luxemburg
Sunnudagin 20. dec. Kl. 15,30 Skotland – Ísland
Kappingin fer fram í Glasgow og leikt verður í Kelvin Hall Int. Arena, og nr. 1 og 2 koma víðari til næsta umfar, sum verður leikt í Luxemburg í mai 2004.
Seinasta vikuskifti í hesum árinum leikar hin bólkurin í undankappingini, og verður hesin bólkurin leiktur í Andorra, við luttøku av Andorra, Kypros, Liktensetein og Írlandi. Eisini tvey lið úr hesum bólkinum koma víðari til endaumfarið.




