Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin leikari útleigaður

Jákup Ósá

Formaðurin í KÍ sigur, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir fleiri av ungu leikarunum hjá KÍ.

Formaðurin í KÍ sigur, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir fleiri av ungu leikarunum hjá KÍ.

Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at tað hevur verið eftirspurningur seinastu tíðina eftir m.a. Tóri Justesen, Ivan Joensen og Ísak Simonsen. Tummas Lervig staðfestir, at eftirspurningur hevur verið, men vil ikki nevna nakað navn. Men hann sigur samstundis, at eingin leikari fer úr KÍ.

– Tað eru fleiri feløg í eysturoynni, sum hava spurt seg fyri eftir fleiri leikarum hjá okkum. Í summum førum hava vit sagt nei beinanvegin og leikararnir vita als ikki av, at nakar hevur spurt um teir, tí tað er als ikki komið uppá tal frá okkara síðu. Meðan í onkrum føri hava vit sagt leikarunum frá, men har vit í felag eru komnir til ta niðurstøðu, at teir ikki fara til annað felag. So tað stutta av tí langa er, at eingin leikari verður útleigaður hóast fleiri fyrispurningar, sigur Tummas Lervig við nordlysid.fo í kvøld. Hann staðfestir, at eingin broyting verður hjá KÍ áðrenn flytingargluggin letur aftur í kvøld.