Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin løgmannsfinala í ár??

John William Joensen

Nú málið viðvíkjandi HB vantandi verður kært til dómsnevndina er sannlíkt at steypakappingin verður útsett til marsmánaða næsta ár

Tað eru nógvir spurningar sum hanga í leysum lofti í løtuni og tey feløg sum Norðlýsið hevur tosað við halda tað vera skeivt at feløgini sum enn eru í steypakappingini skulu svíða fyri at málið um HB leikaran ongan enda far.
– Vit kunnu ikki góðtaka at vit skulu spæla steypadystir sum møguliga kunnu ávírka landskappingina hjá okkum nú vit eru byrjaðir upp á seinru hálvu í landskappingini.
– Tí er rættast at útseta steypakappingina til mársmánað næsta ár, tá veðrið neyvan fer at loyva at hon verður spæld eftir at landskappingin er endað.
– Harafturat eru vit jú fyri einum beinleiðis fíggjarligum tapið sum eg meinið at HB eigur at gjalda um teir verða dømdir at tapa málið, sigur ein formaður i føroyskum fótbóltsfelag, sum vil vera ónevndur.