Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin mótstøða

John William Joensen

Tað var einvegis ferðsla í dystinum skírisdag á Djúpumýru millum KÍ og FSV

KÍ vann heili 7-0 á einum vágaliði sum onga løtu í dystinum megnaði so frætt sum at hótta KÍ málið.
Tað er trupult at gera eina meting út frá dystinum tí serliga í seinra hálvleiki høvdu KÍ-leikarar hug til at seta ferðina niður tí tað sum skuldi verða ein dystur um løgmanssteypið bleiv ein sunnudagsskúlaútflugt.
Liðið hjá Jógvan Norðbúð hevur í løtuni ikki fólk til at spæla upp við feløg sum KÍ og tí er sum sagt ilt at gera metingar út frá dystinum.
Men ein kann tó fegnast um málini, og at Kí til tíðir vísti gott spæl.
Eitt nú leikarar sum Arnold Joensen og Erling Fles vístu at teir ætla at bíta seg fastar millum teir 11, og við tí innsatsi sum framherjarnir (Erling og Bymar) vístu í dystinum verður trupult at lata annan víkja fyri Stig Aksnes, sum ikki var við vegna sjúku. Eisini vísti liðskiparin, Atli Danielsen, síni kynstur og skorði tvey mál.
Dysturin endaði sum sagt 7-0 (2-0) men kundi sigurin verið munandi størri.
 
Málskorðarar:
Erling Fles 3
Atli Danielsen 2
Arnold Joensen 1
Julian Samuelsen 1