Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin panikk loysn á Argjum

Jákup Ósá

Fyrrverandi formaður og heimasíða ynskja broytingar. Sjúrður Olsen viðmerkir støðuna á Argjum.

Venjarin verður ikki koyrdur, sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argir, sum rekur besta liðið hjá AB.

AB tapti sunnudagin móti EB/Streymi á heimavølli og nú er AB einasta liðið í Effodeildini, sum ongan dyst hevur vunnið í ár. AB er nummar 9 og liggur á 9. plássi. Í seinastu viku kom eisini fram, at Bárður Olsen ikki longur var partur av liðnum á Argjum. Eftir dystin í gjár hava ábendingar verið um frá fólki kring AB í miðlunum um, at tey ynskja at okkurt fer at henda nú. Tó var einki sagt um, júst hvat fyri broytingar tey ynskja á Argjum.

– Tekur man mann fyri mann hjá okkum, so fáa vit alt alt ov lítið burturúr hasum liðnum. Og hvat er galið, tað veit eg kanska, men eg úttali meg ikki um tað. Har er okkurt, sum ikki fungerar. Hatta liðið hjá okkum spælir ikki tann fótbólt, sum hatta liðið kann spæla. Vit hava alt ov gott lið til at liggja har niðri, sum vit liggja. Tey liðini sum vit skulu kappast við um at umganga at enda í niðurflytingarstríðnum, tey liðini tapa vit ella spæla javnt ímóti. Og tað er ein katastrofa, ein stór katastrofa fyri at siga tað beint út fyri okkum á Argjum. Har má og skal okkurt henda og tað má henda nú ella endar galið hjá okkum, segði Andrass Drangastein, AB viðhaldsmaður og fyrrverandi formaður, við Rás 2 eftir dystin.

Eisini heimasíðan hjá AB er kritisk móti sínum liði.

– Eftir dystin nevndi onkur, at leikarnir høvdu brúk fyri sálarfrøðingi. Nei, tað sum manglar er eitt gypp í reyvina og syrgja fyri at stríðast fyri felagið. Stigatalvan lýgur ikki, vit liggja á niðurflytingarplássið.Jú, eg haldi vit eru í kreppu, tá vit ikki klára at seta okkum upp til at vinna hendan altavgerandi dystin. Vit mugu fáa eykamennirnir á bonkinum inn frá byrjan og kanska onkran úr 1 deild eisini. Okkurt má gerast og tað skal verða nú. Nú er nokk tosað, skrivar AB heimasíðan.

Oddbjørn verður ikki koyrdur

Hvat fyri broytingar tey ynskja sær á Argjum er ikki nevnt enn. Men eitt sum altíð blívur nevnt, tá tos er um broytingar er venjaraspurningurin. Men venjarin verður í øllum førum ikki koyrdur. Tað staðfestir Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argir.

– Á Argjum handla vit ikki í panikki. Og vit hava ongar ætlanir um at skifta venjara, sum støðan er í løtuni. Tað ræður um at halda høvdið kalt, sigur Sjúrður Olsen, sum tó ikki er nøgdur við úrtøkuna í landskappingini higartil í ár.