Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin politisk leiðsla

John William Joensen

Hóast vit á pappírinum hava eina samgongu við landsstýrið á odda, so er púra greitt at eingin politisk leiðsla er í løtuni og løgtingið er latið upp í hendurnar á tilvildarligum meirilutum. Fyri løtu síðan noyddist samgongan at taka undir við uppskotið frá trimum tinglimum um at beina uppskotið um broytingar í Hjúnabandslógini aftur í nevnd – annars hevði uppskotið fallið við einum brakið.

Hóast umsitingin hjá Løgtinginum beinleiðis mælti frá at einstakir tinglimir løgdu uppskot, sum baði skulu samtykkjast í løgtinginum og fólkatinginum fram í løgtinginum uttan nakrar samráðingar við donsku stjórnina, loyvdi samgongan at hetta varð gjørt.

Samtykti løgtingið uppskotið um broytingar í Hjúnabandslógini, hevði løgtingið samtykt at Fólkatingið skuldi fremja broytingar í danskari lóggávu, sum ongar samráðingar hava verið um millum landsstýrið og stjórnina.

Endin bleiv at samgonguleiðararnir í kvøld, fyri at bjarga samgonguni undan totalari eyðmúking noyddist at taka undir við uppskotið um at senda málið aftur í nevnd.

Hetta er eitt sera margháttligt mál har út av lagið vánaligt politiskt handverk hevur tikið rættindi hjá einum minnilutabólki í føroyska samfelagnum til fanga.

At málið í kvøld hevur fingið álvarsamar fylgir fyri samgonguna er neyvan nakar ósamdur í.

Men ábyrgdin liggur í hondunum á politisku leiðsluni, sum higartil bert hevur verið før fyri at manna politiskar nevndir og landsstýrissessir, sum vilja eina rúgvu men megna einki.