Vit kjakast framvegis um orðingar og tað stinga alla tíðina ivaspurningar upp – sum mugu viðgerast nærri – og tí fara vit ikki at koma á mál í kvøld, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum
Hóast stórur partur av Havnini er uttan streym – halda samráðingarnar um at skipað landsstýri fram í løgtingshúsinum, har eitt neyðagrigat heldur stovurnar heitar og fjálgar.
– Tað stinga seg alla tíðina ivaspurningar upp, sum krevja viðgerð og tí verður eingin samgonga skipa í kvøld.
– Vit fara at kjakast víðari í morgin, var stutta viðmerkingin frá Høgna Hoydal í kvøld.




