Jacob Vestergaard, vantar onga semju um makrelbýti á fundinum millum strandalondin sum er avtalaður í Íslandi tann 7. til 8. september, um ES og Norra ikki broyta kós.
Jacob Vestergaard, vantar onga semju um makrelbýti á fundinum millum strandalondin sum er avtalaður í Íslandi tann 7. til 8. september, um ES og Norra ikki broyta kós.
Í morgun tók ES kommiserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, tað óvanliga stigið at gera eina videoupptøku, (SÍ VIDEO HER) sum var send fjølmiðlunum – har hon beinleiðis heitir á íslendingar og føroyingar um at koma aftur til samráðingarborið og taka av einum semju uppskotið sum ES og Norra hava ró fram undir.
Men Jacob Vestergaard sigur í stuttari viðmerking at ES og Norra mugu fyrst broyta hugburð um nøkur semja skal finnast.
– ES kommisjónin, Maria Damanaki og norska stjórnin eiga at viðurkenna at tey eiga ikki einsamøll allan makrelstovnin. Tá tey hava viðurkent at føroyingar eisini eiga sín sjálvsagda part av makrelstovninum er aftur møguleiki fyri semju, men so leingi ES velur at brúka hóttanir og vald – verður eingin semja.
– Vit fara sjálvir at áseta okkum kvotur og fara at fiskað tað sum vit meta verða burðardygt í føroyskum- og altjóða sjógvi, so leingi sum ES og Norra ikki vilja viðurkenna føroysku sjónarmiðini.
– Í staðin fyri at brúka orku uppá at finna semju hevur Maria Damanaki lagt nógv fyri at fáa ein handilsstongsul framdan móti Føroyum. Hon hevur einki gjørt fyri at fremja betri vísindaliga vitan um makrelstovnin tí tann vitanin sum vit hava í dag er fyrst og fremst takka verið føroyskum og norskum fiskifrøðingum.
– Vil Damanaki hava eina semju kann hon byrjað við at taka handilstiltøkini burtur, sum hon sjálv hevur arbeitt við hond og fót fyri at sett í verk.
– Sum støðan er í løtuni verður eingin semja á fundinum í Íslandi og vit fara sjálvandi at halda fram við at fiska tað sum vit hava rætt til.




