Í gjárkvøldið bleiv bjargingartyrlan groundað orsakað av at ein riva bleiv funnin í rotorhøvdinum. Eykadeilir eru bílagdir, men enn er ikki heilt víst nær teir vera í Føroyum.
Í gjárkvøldið bleiv bjargingartyrlan groundað orsakað av at ein riva bleiv funnin í rotorhøvdinum. Eykadeilir eru bílagdir, men enn er ikki heilt víst nær teir vera í Føroyum.
Hin tyrlan hevur staðið til umbyggingar í langa tíð. Hon er liðugt umbygd og tøkniliga klár at flúgva, men góðkenningar frá flogmyndugleikum eru ikki komnar upp á pláss enn. Og slíkar góðkenningar taka langa tíð.
Danska tyrlan er stutt síðani farin úr Føroyum og sum støðan er nú, kemur hon aftur fyrst í nýggja árinum.
Tað er harmiligt, men tað er støðan í løtuni.
Vinaligast
Edvard Bjarnason
settur leiðari
MRCC Tórshavn




