Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin útróður

Jákup Ósá

Trupult er at sleppa av við hýsuna fyri tíðina og í dag verður eisini selt til privat fólk á bryggjuni við Inn handilin.

Keðiligt veður og manglandi prísir er helst orsøkin fyri, at eingin útróðrarbátur hevur verið úti í nátt.

Seinastu dagarnar hava útróðrarbátarnir havt trupult við at selt hýsuna fyri brúkiligan prís og tað førdi m.a. við sær, at Kallanes í gjár fór at selja til privat fólk á bryggjuni. Og eisini í dag verður møguligt at keypa feska hýsu við Inn handilin á vestara armi frá kl. 16 til kl. 19. Í nátt hevur fitt av vindi verið og tað sama verður komandi nátt og tí verður neyvan meir útróður hesa vikuna, tí við manglandi prísum fara bátarnir neyvan at leggja eins nógv fyri sum teir onkuntíð hava gjørt í vetur.