Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eini 5 – 7 ársverk verða á smoltstøðini í Svínoy

Helgi Abrahamsen

Tá ferð er komin á alingina av rognkelsum í Svínoy, verða helst eini 5 – 7 ársverk á støðini, sigur nýggi eigarin, Sjúrður Jacobsen.

Tá ferð er komin á alingina av rognkelsum í Svínoy, verða helst eini 5 – 7 ársverk á støðini, sigur nýggi eigarin, Sjúrður Jacobsen.

“Tað liggur í blóðinum,” sigur Sjúrður Jacobsen, tá Norðlýsið spyr hann, hví hann hevur keypt smoltstøðina í Svínoy.

“Pápi mín bygdi smoltstøðina upp tá í áttatiárunum og setti alt í sving har úti, men í dag krevst nógv meira til at ala smolt, tí smoltini skulu vera nógv longri á landi. Tí krevjast nógv størri íløgur nú,” sigur hann. Tað kom tí ikki óvart á hann, at Bakkafrost gjørdi av at lata smoltstøðina í Svínoy aftur.

Sá aðrar møguleikar

Hóast alingin av smoltum í Svínoy steðgaði, so sá Sjúrður aðrar møguleikar við smoltstøðini har.

“Í fjørsummar var eg í Íslandi í arbeiðsørindum. Tá var eg og hugdi eftir eini rognkelsi-alistøð har yviri, fyri at vita, um Svínoy møguliga kundi brúkast til tað, og tað sá eg, at tað kundi tað væl brúkast til,” sigur hann.

Hann hevur síðani verið í sambandi við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, og tað endaði við, at ein avtala bleiv gjørd um, at hann skuldi keypa smoltstøðina. Sjúrður vil tó ikki upplýsa keypsprísin.

Føroysk rognkelsi

Sjúrður Jacobsen sigur, at hann ætlar at brúka føroysk rognkelsi til framleiðsluna.

“Meiningin er at keypa yngul frá Fiskaaling, og tað er eisini umráðandi, at góða samstarvið við Bakkafrost heldur fram,” sigur hann.

“Laksalúsin hevur seinnu árini verið ein stór avbjóðing, og hetta er einasti natúrligi mátin at basa lýsnum,” sigur hann.

Hava søkt um loyvi

Sjúrður Jacobsen sigur, at hann hevur søkt um loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at ala rognkelsi og so skjótt sum tað er komið uppá pláss verður farið undir tað fyrireikandi arbeiðið.

“Stóra arbeiðið er at skilja rognkelsini í støddir, tí tey vaksa ójavnt og eta hvørt annað, um tey ikki verða skild sundur,” sigur hann.

Spurdur hvaðani hann ætlar at fáa arbeiðsfólkini, sigur hann, at tað sær hann ikki sum nakran trupulleika.

“Nakað av fólki er á staðnum, og onnur skulu nokk koma,” sigur hann.

Sjálvur býr Sjúrður í Havn, men hann flytur út aftur til Svínoyar so skjótt sum virksemið byrjar.