Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eini donsk hjún, sum búgva í USA: Amerikanska heilsuverkið betri enn danska

John William Joensen

Meiri hugaligt er í hesum døgum, nú hóttafall er um allan heim, at lesa okkurt positivt um USA, sum ikki júst er delikatessa fyri føroysku fjølmiðlarnar

Jógvan við Keldu skrivar:

Haldi ikki, at tað ger nakað, um vit onkuntíð hoyra í føroysku fjølmiðlunum, um eitt og annað sum er gott í USA, kanska serliga innan heilsuverkið og onnur “bleyt virði”, sum ov sjáldan kemur fram í donsku og harvið føroysku fjølmiðlunum. Men í USA er hóast alt ikki bara okkurt men nógv, sum er betri.

Eini donsk hjún, Knud og Helene Harbom, sum hava búð í USA síðani 1978, vísa á heldur sjálvglaðar danir. M.a. siga tey:

“Danir trúgva vanliga, at teir liva í besta partinum av øllum heimslutum, eisini viðvíkjandi skipanum viðvíkjandi heilsuverkinum”. Hetta er ikki so, siga Kund og Helene Harbom, og víðari:

Tveir til fýra dagar at koma framat
M.a. í MetroXpress: “ Danir eru óvitandi,” og tey siga víðari: “Hugsi tykkum til, at amerikanarar høvdu valt at farið uttanlanda fyri at fáa viðgerð. Tað høvdu tey ikki droymt um. Sjálvandi vera tey her, har viðgerðin er best. Hvussu ber tað til, at ein sum dani kann koma sær at finnast at skipanum, sum tær eru í USA, nú teirra egna skipan er so vánlig, sum hon er, har tú kanska bíða í Danmark tveir til tríggjar mánaðir at koma til eina krabbaviðgerð, meðan tað bert tekur tveir dagar at koma til scanning og eftir fýra døgum, ert tú longu á skurðstovuni í USA”.

Ja, tað er at undrast á, at ikki meiri verður gjørt burtur úr hesum í okkara heimligu fjølmiðlum. – Ella er tað?

Les greinina í fullum líki inni á www.keldu.com

Kelda 180 grader

Harleyfacadeacryl