sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður, sum undirstrikar at samgongan livir sítt fríska lív
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur at veljarkanningin vísir greitt at einki alternativ er til verandi samgongu.
– Tað er heilt tíðiligt at kanningin vísir at tað eru tær ekstremu meiningarnar á etiska og tjóðskaparøkinum, sum fáa undirtøku í veljarakanningini hjá Gallup, men eg dugi ikki at síggja hvat vit kunnu brúka tað til í politikki.
– Valstríði til eitt løgtingsval er munandi meira variera og tí kemur ein einsamallur spurningur ikki at seta dagskránna.
– Tað kostar at stjørna landinum og tað vísir veljarakanningin eisini, tí serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava afturgongd og hon rakar eisini Javnaðarflokkin.
– Hon er eitt signal til okkum í samgonguni um at vit fáa ikki løn fyri okkara arbeiði, um vit ikki duga betur at vísa á tey úrslit, sum samgongan hevur fingið.
Fer ikki at útskrivað val í úrtíð
Løgmaður dugir als ikki at síggja nakra orðsøk til at útskrivað val.
– Stjørnarleiðarar hava ofta verið mistonktir fyri at brúka góðar veljarakanningar sum eitt høvið til at útskrivað val, men eg trúgvi ikki at nakað er í hesi kanningini, sum skundar undir løgmann at útskrivað val.
266b
Løgmaður sigur at framgongdin hjá Miðflokkinum er orðsaka av 266b.
– Tað er eignin ivi um at tað er 266b málið, sum gevur Miðflokkinum framgongd, men eg trúgvi tað vera trupult í longdini hjá flokkinum bert at markera seg við einum málið.
Einki alternativ til verandi samgongu
– Beint nú havi eg ótrúliga trupult við at síggja nakran annan møguleika enn verandi samgongu.
– Skal ein hugsað um at føra ein langsigtaðan seriøsan politikk, so er einki alternativ til verandi samgongu og hóast vit onkuntíð eru ósamdir um ávís mál so livir samgongan sítt fríska lív og eg ivist onga løtu í at samgongan kemur at halda fram eftir komandi løgtingsval.




