Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki føroyskt eftirlit við trygdini á Sea Shepherd

Jákup Ósá

Martin Kruse frá Vørn greiðir frá, hvussu mannagongdin við trygd á sjónum er, tá útlendskir bátar sum eitt nú jollan hjá Sea Shepherd í gjár í ódnarveðri fór norður um Nakkin ímóti allar ráðgeving frá kønum fólki.

Martin Kruse frá Vørn greiðir frá, hvussu mannagongdin við trygd á sjónum er, tá útlendskir bátar sum eitt nú jollan hjá Sea Shepherd í gjár í ódnarveðri fór norður um Nakkin ímóti allar ráðgeving frá kønum fólki.

Í gjár lá ein grind í Haraldssundi. Men veðrið var so keðiligt, at sýslumaður og staðkend fólk mettu, at tað var ikki ráðiligt at senda bátar norður um eftir grindini. Men ein jolla frá Sea Shepherd fór norður um Nakkin á Kunoynni í keðiliga veðrinum seinnapartin, har onkur skipari enntá hevur nevnt, at smábátar settu seg í lívsvanda, um teir fóru norðurum eftir kl. 17, tá tað rak upp í ættina. Síðani hava fleiri spurt, hvussu er við trygdini. Hevur hendan jollan, har fólkini umborð heldur ikki kenna umstøðurnar norðanfyri, eitt nú havt alla kravdu trygdarútgerð umborð?

Martin Kruse, fulltrúði á Vørn, sum er myndugleikin sum útførir trygd á sjónum í Føroyum, sigur, at teir hava ella fáa einki gjørt við Sea Shepherd bátarnir, hvat trygd viðvíkir.

– Lógin við trygd á sjónum hjá okkum umfatar føroyskar skip og bátar. Tí hava vit einans eftirlit og ábyrgd av teimum. Lógin heimildar ikki øðrum. Tí kemur Sea Shepherd undir trygdarlóg, sum er galdandi í landinum, har teirra bátar nú koma frá, sigur Martin Kruse, sum eisini staðfestir, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum skulu traðka til, um nú ein Sea Shepherd bátur kom í havsneyð.

Sostatt hevur Sea Shepherd frítt spæl frá føroyskum myndugleikum, hvat trygdini viðvíkur. Føroyskir myndugleikar kunnu sambært Vørn við øðrum orðum ikki seta krøv til trygd, meðan bátarnir sigla millum oyggjarnar, men standa við ábyrgdini, tá bjargingararbeiði evt. skal gerast, um bátarnir koma í havsneyð.