Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einki frættist um Kommunustjóra starvið

John William Joensen

Tummas T. Eliasen, kommunustjórið í Klaksvíkar Kommunu var eins og ovastu umsitingarleiðararnir, settur í tíðaravmarkað starv. Starvstíðin hjá Kommunustjóranum er úti tann 31. desember, men enn frættist einkið um hvat býráðið ætlar at gera við starvsetanina hjá ovasta umsitingarliga leiðaranum.

Norðlýsið hevur ikki fingið svar frá borgarstjóranum um hvat ætlanin er.  Heldur ikki er starvið lýst leyst. Starvstíðin hjá kommunustjóranum er sum sagt úti á nýggjárinum, og sum skilst gongur starvstíðin hjá Vinnustjóranum, Palla Ziskason,  út til várs. Nýggjur tekniskur stjóri varð settur í heyst.

Sum skilst hava býráðslimir umrátt spurningin á fíggjarnevndarfundi, men enn er eingin almenn viðmerking at fáa.