Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki frítíðarfelag virkar væl uttan eitt hjarta

Nordlysid

Tú hugsar kanska ikki altíð um tað í tí dagliga, tá ið tú ert til fótbóltsdyst hjá KÍ, men spyrt tú spælarar og venjarar, so fært tú skjótt at vita, at tað eru nøkur fólk, sum hava ein heilt serligan týdning, tí tey eru eldsálirnar, sum hvønn dag, hvørja viku gera eitt stórt sjálvboðið arbeiðið fyri felagið.

Tú hugsar kanska ikki altíð um tað í tí dagliga, tá ið tú ert tilfótbóltsdyst hjá KÍ, men spyrt tú spælarar og venjarar, so fært tú skjótt atvita, at tað eru nøkur fólk, sum hava ein heilt serligan týdning, tí tey erueldsálirnar, sum hvønn dag, hvørja viku gera eitt stórt sjálvboðið arbeiðiðfyri felagið.

 

“So fóru vit í vetrarfrí,takk fyri í ár, vónandi síggjast vit í 2016 ”. Soleiðisskrivar Jórun Frimannsdóttir Jacobsen í viðmerking til eina mynd á Facebook,har hon er avmyndað saman við Jórun Biskopstø og Thom Jakobsen

Ikki óvæntað, so fekk hendanmyndin eftir fáum tímum hundraðtals “likes” frá viðhaldsfólkum, spælarum ogvenjarum, tí øll vita, at uttan slíkar persónar, ja so hevði eitt so stórtfelag sum KÍ slettis ikki kunna verið til.

Hetta eru fólkini, sum eruum spælararnar og venjararnar, sum geva teimum turr, heit og rein klæði, kaffi,te, kaku, og ikki minst eitt hugaligt orð á leiðini, eina uppmuntring, eittherðaklapp, tá ið tað gongur væl, og kanska eitt klemm og eitt gott orð, tá iðtað kanska ikki gongur heilt eftir vild.

Snøgt sagt: tey eru hjartaðí felagnum, sum geva tí sál og umsorgan.

Og nú – eftir regluligarvenjingar og dystir síðan januar mánað, hava tey fingið eina tiltrongda oguppiborna vetrarferiu.

Vit á Norðlýsinum viljaeisini bera tykkum trimum, Jórun, Thom og Jórun, saman við øllum hinumeldsálunum í Klaksvíkar Ítróttarfelag eina hjartans tøkk fyri í ár – og sumJórun skrivar: “… vónandi síggjast vit í 2016 :-)”

KOYR Á KÍ