Vit skulu verða sunnari – uppá tann realistiska mátan!
So greiður er boðskapurin hjá heilsu serfrøðinginum Christian Bitz, sum í løtuni luttekur á útseldum ferðum runt Danmark við sínum undirhaldandi og upplysandi fyrilestrum.
Góð heilsa skal smakka væl og kennast framúr og ikki grundast á hokus-pokus heilsu og vánaliga samvitsku. Tað snýr seg rætt og slætt um at skapa ein betri hug til at liva sunnari, er greiða missiónin hjá Bitz.
Nú kunnu vit so umsíðir uppliva Christian Bitz á palli í Klaksvík við sínum nýggja fyriestri Kvalitet!
Bitz vísir á, at vit liva í eini tíð, har tað innan heilsu og lívsgóðsku er ómøguligt at skilja í millum hvat veruliga er satt og hvat mong halda seg hava funnið út av, og hann ruddar tí upp í ørgrynnuni av heilsuhugtøkum og gevur sítt boð, hvussu tú kanst taka júst tey val, sum veruliga gera mun fyri tína heilsu!
Tú fært nýggja vitan og motivatión og fleiri sterk inputt, soleiðis at tú beinanvegin fært lyft títt heilsu støði upp, samstundis sum tú megnar at standa við tað.
Bitz er útbúgvin cand.scient í human føslu og granskingarleiðari á Herlev og Gentofte Hospital, har hann er við í fleiri granskingarætlanum og menning av sunnari mati til sjúklingarnar.
Hann hevur eisini verið vertur og serfrøðingur í fleiri sjónvarpssendingum, millum annað í sendingini Danmarks største kur á TV2 við fleiri enn 150.000 fólkum, sum teknaðu seg til sendingina í januar 2015. Eisini hevur hann verið vertur á kendu brúkarasendingini á DR1 MadMagasinet Bitz & Frisk.
Bitz hevur hartil skrivað átta metsølubøkur, sum eru givnar út altjóða.
Christian Bitz er útyvir tað ambassadørur fyri Reyða Kross og luttekur javnan í innsavningum, sjónvarpssendingum og øðrum hjálpi átøkum. Við hansara luttøku í Klub 10 í Reyða Krossi savnaði hann í 2013 yvir kr. 500.000,- inn til neyðstødd í heiminum.
Tiltakið verður í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 17. september kl. 17:00. Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo.




