Tað tók politinum næstan ein tíma at koma til ástaði tá omanlop rakti ein bil á Viðareiðisvegnum fríggjakvøldið.
Nýggja vaktarskipanin sum Fútin hevur sett í gildið í Føroyum dumpaði so dyggiliga fríggjakvøldið.
Sambært skipanini eru bert fýra politistar á vakt, tvær eindir, eftir kl. 15 yrkadagar og teir skullu dekka Vágarnar, Norðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar. Eftir Kl. 23 eru bert tveir politistar (ein eind) sum dekkar sama økið.
Tá fráboðan um omanlop sum rakti bil á Viðareiðisvegnum kemur til alarmsentralin – fara boðini út til m.a. politi- og sjúkrabil.
Í hesum førinum var einki politi í norðoyggum og sambært døgnraportini komu politistarnir úr Eysturoynni. (RED: Var óheppið hent eftir kl. 23 komu høvdu teir kanska verið staddir í Vágunum)
Teir vóru frammi á staðnum umleið 45-50 minuttir eftir at vannlukkan var hend og tá hevði landsverk longu ruddað ástaði fyri grót.
Politii kannaði bilin og royndi at finna fram til steinarnar sum raktu bilin, men tað lat seg ikki gera og niðurstøðan var at steinarnir óiva vóru endaðir á sjónum.
Sjúkrabilurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið far boðini kl. 19:31 og sambært skrásetingini hjá Sjúkraflutninginum er bilurin komin aftur og stendur tøkur kl. 20:30. Tá er bilurin klárgjørdur og tøkur.




