Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki sektar uppskot í dag

John William Joensen

Hanus Hansen vantar ikki at nakað endaligt sektaruppskot fyriliggur frá russisku myndugleikunum áðrenn dagurin er farin

– Sum skilst í løtuni so verður arbeitt við er einum  sektaruppskoti, sum verður mett at verða á stødd við tað, sum Skálaberg hevur fiskað av kvotuni hjá Sundabergi.

– Talan um álvarsmál og tí er tað sera hugstoytt fyri meg sum vinnulívsmann at staðfesta at føroysku myndugleikarnir eisini skulu verða ein trupuleiki, sigur Hanus Hansen. Hann vísti ikki aftur møguleikanum at stevna landsstýrinum eftir endurgjaldið, tí dregur málið út kann tað kostað reiðarríðinum dýrt.

– Vit hava selt eitt skip, sum vit ikki megnað at levera til  keyparan – so nú ivist eg ikki í at keyparin fer at seta treytir eisini.

– Vit hava fingið at vita at endaliga sektaruppskotið verður ikki klárt í dag, sigur reiðararin á Skálabergi.