Tað sigur Finnbogi Arge, sum er formaður í HB.
Tað sigur Finnbogi Arge, sum er formaður í HB.
HB stendur til at missa Kristin R. Mouritsen og Trónd Jensen til komandi ár, meðan Heini Vatnsdal, sum hevur sáttmála við HB komandi ár, hevur sagt, at hann leggur nógv fyri at fáa sáttmála uttanlands. Harafturat hava leikarar sum Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Pál M. Joensen og Jóan Símun Edmundsson ikki gjørt nýggjan sáttmála enn. Teitur M. Gestsson hevur framvegis ikki avgjørt, um hann fer av landinum ella ikki í 2015.
– Vit hava givið Andrew, Fróða og Pál tilboð um nýggjan sáttmála. Teir báðir eldru hava víst áhuga í at samstarva næsta ár, meðan vit bíða eftir svari frá Pál M. Joensen. Við Jóan Símun, so høvdu vit einki havt ímóti, at hann helt fram hjá okkum, tí vit hava góðar royndir við honum. Men tað er altíð ein fíggjarligur spurningur. So heldur hann fram í Føroyum, so vóna vit, at tað verður í HB, sigur Finnbogi Arge við Norðlýsið.
Einki stórkeyp
Formaðurin í HB sigur, at HB hevur ongar ætlanir um, at gera nakað stórkeyp afturat. Felagið hevur fingið Arnbjørn T. Hansen afturat hópinum.
– Eg kann ikki útihýsa, at onkur leikari kann koma í hópin uttanífrá afturat. Men vit hava eisini nógv gott fólk í felagnum, so eg vænti ikki, at tað verður nakað stórkeyp hjá HB, sigur hann.
Fáa nógvan innanhýsis styrk
Eitt er at HB ikki fer út at styrkja hópin, men givið er, at felagið møguliga fær nógvan styrk inni í felagnum. Skilt á tann hátt, at leikarar koma aftur, sum sótu uttanfyri nærum alt kappingarárið 2014.
– Vit vóru rættuliga óhepnir við skaðum í ár, men vit rokna við, at teir allir – Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen – koma afturíaftur næsta ár. So hóast vit ikki styrkja okkum so nógv uttanífrá, so merkir tað ikki, at hópurin ikki verður styrktur, sigur Finnbogi.
Málið er FM
At enda spyrja við Finnboga, hvat málsetningurin hjá HB er fyri komandi ár.
– Síðani aldarskiftið hava vit í miðal vunnið FM annaðhvørt ár. Vit vunnu ikki í ár, so helst skulu vit vinna næsta ár. Málið er at vera millum tey bestu og helst ovast. Men vit duga eisini at síggja, at tað er trupult og t.d. fingu vit 6 stig fleiri í ár enn í fjør, men tað var alíkaval ikki nokk til FM. Vit kunnu nokk góðtaka, at vit ikki vinna FM, um vit sjálvir fáa eitt gott kappingarár, men har óhepni ella eitt annað framúr gott lið fær meir stig, sigur Finnbogi Arge og sipar helst til kappingina í ár, har teir í HB meta seg vera nøgdar hóast tað ikki bleiv til FM.
Sterkt lið
Tað er eingin ivi um, at HB hevur eitt sterkt lið til komandi ár.
Um flestu leikararnir halda fram, sum enn ikki hava skrivað sáttmála, so kann hópurin síggja áleið soleiðis út:
Teitur M. Gestsson (Ivasamur)
Jógvan Rói Davidsen
René S. Joensen
Jóhan T. Davidsen
Rógvi Holm
Gunnar Haraldsen
Alex dos Santos
Pál M. Joensen (Ikki sáttmála enn)
Levi Hanssen
Bartal Wardum
Fróði Benjaminsen (Ikki sáttmála enn)
Christian R. Mouritsen
Símun Samuelsen
Andrew av Fløtum (Ikki sáttmála enn)
Poul Ingason
Arnbjørn T. Hansen
Í hesum listanum kann Heini Vatnsdal koma afturat, um hann ikki fær sáttmála uttanlands í vetur. Men hóast formaðurin sigur, at einki stórkeyp verður afturat, so kann hetta neyvan avskrivast, um onkur av teimum ivasomu leikarunum ikki heldur fram.




