Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eins spennandi sum í fjør

Jákup Ósá

 H71 og KÍF leiktu eina sera spennandi fyrstu FM finalu, ið endaði við javnleiki 23-23. H71 “feiraðu” tað sum um teir høvdu vunnið FM.

KÍF var annars nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, tá einki røktist fyri, at talan fór at blíva um spennandi dyst. Hálvleiksstøðan var 14-10 til KÍF. Men í seinna hálvleiki reistist H71, hóast Bogdan Florea bleiv man uppdekkaður allan hálvleikin. Eftir 17 minuttum í seinna hálvleiki hevði KÍF einans skorað 3 mál, meðan álopsspælið hjá H71 byrjaði at kasta mál av sær, hóast vit sjáldan sóu gott hondbóltsspæl. 

Endin gjørdist dramatiskur, tá H71 fyrst hevði møguleikan at koma á odda 23-22, men Jaspur Joensen bjargaði og sendi langan bólt fram, har Rúni Joensen skoraði. Men hóast einans fá sekund vóru eftir, so fekk H71 brotsskast í seinasta sekundinum. Bogdan Florea skoraði til endaliga úrslitið 23-23.

Eftir dystin feiraðu H71 leikararnir tað sum um teir vunnu FM. Spurningurin er, um teir høvdu gloymt, at KÍF er FM vinnari við sigri í sterku heimaborgini í Kollafirði leygardagin. Fær KÍF spælið at koyra, sum vit sóu til tíðir í fyrra hálvleiki, so eiga teir at hava tað, ið skal til fyri at vinna leygardagin. Hinvegin er væl møguligt, at H71 hevur sálarliga yvirtakið við javnleiki í kvøld og tveimum sigrum í Kollafirði í FM finalunum í fjør. Óansæð var talan um eina flotta lýsing av føroyskum hondbólti og spenningurin er í hásæti undan næstu finaluni leygardagin. 

Mynd: Álvur Haraldsen

Harleywoodpaint