Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einsamalli Ring-kobbin í Trongisvági

Oliver Joensen

Á Suðurrás skrivar Turið Vestergaard í Dali, at Trongisvágur hevur havt vitjan av ringkópi í umleið 8 mánaðir. Kópurin er helst komin úr Grønlandi ella av Svalbard

Turið Vestergaard í Dali tann 14. apríl 2013 12:43

Fyri 8 mánaðum síðan, í august 2012, kom ein pinkalítil nósi á sandin í Trongisvági. Hetta vísti seg at vera ein ring-kobbi, Phoca hispida, sum antin er komin úr Grønlandi ella av Svalbarð. Kobbin undir Føroyum eitur láturkobbi

Ring-kobbin leggur í mars/apríl í kavaholum í havísinum, og nósin sýgur mammuna í næstan tveir mánaðir. Sostatt er kobbin í Trongisvági nú blivin eitt ár.

Okkurt hevur hann funnið sær til matna her á fjørðinum, tí vaksin er hann og hartil rundur. Hann sær út til at trívast væl. Ringkobbi etur krabbadjór, veingjasniglar, marflugur og fisk. Hann kann kava niður á 90 m dýpi.

Viðhvørt kemur hann niðan í ósan, og tá sæst hann liggja og hvíla seg á áarbakkanum, ella hann liggur og rullar sær á ryggin. Hann sæst eisini av og á í bátahylinum í Trongisvági.

Vónandi fær ring-kobbin frið! Hann er einsamallur av sínum slag her í Føroyum. Okur kunnu siga, at hann er vaksin upp her í Trongisvági, og tað í sær sjálvum er sera undrunarvert og áhugavert!