Løgtingið samtykti mikukvøldið 12. februar at heimila landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, at atkvøða fyri uppskoti um, at nevndin í Atlantic Airways keypir partapeningin frá privatu partaeigarunum aftur. Sostatt fer flogfelagið burturav aftur á almennar hendur.
Løgtingið samtykti mikukvøldið 12. februar at heimila landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, at atkvøða fyri uppskoti um, at nevndin í Atlantic Airways keypir partapeningin frá privatu partaeigarunum aftur. Sostatt fer flogfelagið burturav aftur á almennar hendur.
Tilgongdin
Tað var Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður við vinnumálum og núverandi tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið stóð á odda fyri einskiljingini í 2006. Endamálið við einskiljingini var:
– at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran
– at skapa rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki)
– at loysa landskassan frá verandi váða og ábyrgd fyri verandi og komandi íløgum
Í samband við einskiljingararbeiðið setti landsstýrismaðurin arbeiðsbólk, ið var mannaður av umboðum fyri P/F Atlantsflog, Vinnumálaráðið og Einskiljingarnevndina. Endamálið við arbeiðsbólkinum var at fyrireika, fylgja við og vera við í einskiljingararbeiðinum. Eisini var útlendsk serfrøði keypt at ráðgeva í einskiljingini. Harafturat setti landsstýrimaðurin politiskan fylgibólk, hvørs endamál var at fylgja við arbeiðinum. Sostatt var talan um eina drúgva og gjøgnumskygda tilgongd, har politiska skipanin varð kunnað frá byrjan til enda.
Breið politisk semja
Upprunaliga var ætlanin, at løgtingið veitti landsstýrismanninum eina heimild at selja upp til 66% av P/F Atlantsflog í einum. Politisk undirtøka var eisini fyri at einskilja 2/3 av felagnum, men tilgongdin skuldi byggja á tvær løgtingssamtyktir. Tí varð uppskotið tillagað samsvarandi.
Úrslitið av hesum var, at landsstýrismaðurin bað løgtingið um heimild at einskilja 33% av partapeninginum í 2006.
Tá partabrøvini vóru seld, skuldi felagið skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum.
Tá ið felagið var skrásett á virðisbrævamarknaðinum, skuldi landsstýrismaðurin biðja løgtingið um heimild at selja næstu 33% av partapeninginum.
34% av partapeninginum skuldu framvegis vera ogn hjá Føroya Landsstýri.
Dygg undirtøka var fyri uppskotinum, har øll ætlaða tilgongdin var neyvt lýst í lógaruppskotinum og varð samtykt samsvarandi.
Við 3. viðgerð 28. apríl 2006 vóru 26 atkvøður fyri, eingin blonk og eingin ímóti.
Sostatt tóku allir flokkar undir við tilgongdini og einskiljingini.
Ikki framt sum lovað
Tíverri var seinna einskiljingin ongantíð framd. Politiska skipanin helt ikki samtyktir og givin lyfti. Íleggjararnir høvdu gjørt íløgur undir skeivum fortreytum.
At landið ikki seldi næsta triðingin, gjørdi, at einki rensl var við partabrøvum hjá Atlantsflogi, og tí lækkaðu tey alsamt í virði. Samanumtikið mistu mongu íleggjararnir partar av síni íløgu, samstundis sum flogfelagið endaði í støðu, sum á ongan hátt var tilætlað – nevniliga at einskijingin, sum var neyvt allýst, ikki varð framd sum ætlað og lovað.
Samanumtikið gjørdist støðan langt frá haldbar, hvørki fyri Atlantsflog ella íleggjararnar. Fólkaflokkurin vildi halda fast við samtyktu einskiljingargongdina, men politisk undirtøka fekst ikki fyri tí.
Úr politisku naggatódnini
Flokkurin ásannaði, at íleggjarar og flogfelag mátti koma úr politisku naggatódnini. Tá besta loysnin ikki var møgulig, tók flokkurin undir við at rógva afturáaftur og taka undir við, at Atlantsflog fær heimild at keypa einskildu partabrøvini.
Fólkaflokkurin ásannar, at tað neyvan stuðlar undir trúvirðið á politiska myndugleikan, at givnar samtyktir vórðu brotnar.
Sum ábyrgdarflokkur gjørdi flokkurin kortini av, við virðing fyri íleggjarunum og Atlantsflogi, at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum at enda einskiljingina av flogfelagnum.
Fólkaflokurin á tingi!




