Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eirikur ummælir filmin Inuk

John William Joensen

Í síðstu viku var eg í biografinum í Klaksvík og hugdi eftir nýggja grønlendska filminum “Inuk”. Salurin var fullur av fólki og tað var faktiskt útselt. Leikstjórin, Mike Magidson, føroyski framleiðarin, Ann Andreasen, og nøkur onnur fólk handan filmin vóru eisini til staðar, og leikstjórin segði nøkur orð um filmin, áðrenn hann varð vístur. Tað var áhugavert at síggja.

Filmurin fer fram í Grønlandi og er um ein drong, sum eitur Inuk. Hann er tanáringur og tá ið hann var smádrongur, doyði pápi hansara í eini vanlukku. Síðan vaks hann upp í Nuuk saman við hansara fátæku familju og mamma hansara ansar illa eftir honum. Tað førir til, at hann verður sendur til eitt barnaheim í eini bygd. Ein dagin fara hann og hini børnini á eina útferð saman við nøkrum veiðimonnum – fyri at veiða kóp.