Norðlýsið kann nú avdúka, at ein líknandi húkur sum við rundkoyringina á Boroyavík er at finna á Mallorca.
Ein føroyingur, ið er staddur við Alkudiavíkina á Mallorca hevur sent okkum hesar myndirnar. Sum sæst, so líkist hetta ógvuliga nógv húkinum í Klaksvík og stendur eisini í einari rundkoyring. Tað er á gøtuni CAMI DE CAN BLAU, at hendan standmyndin stendur.




