Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eisini tey stóru hava manglar: Brøndby-B36 dysturin mátti bíða 10 minuttir

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Eisini stór feløg hava viðhvørt ilt við at lúka øll UEFA-krøv. Hóskvøldið máttu leikararnir á Brøndby-stadion bíða úti við 10 minuttir, tí annað málið hevði brek!

Her heima verður ofta fokuserað upp á teir manglar, sum okkara heimligu, smáu stadion hava, sum heldur ikki eru so fáir, tí vit føroyingar eru og verða smáir í Evropiskum høpi.

Útlendskir fjølmiðlar smæðast heldur ikki við at kritisera umstøðurnar, tá ið fremmand lið vitja hendanvegin.

Í sambandi við UEFA-cup dystin millum Brøndby IF og B36 hóskvøldið var ein teknisk detalja, sum ongin fjølmiðil í Danmark okkum kunnugt ger tað stóra burturúr, men sum var flovisligt fyri Brøndby IF, tí hetta elvdi til, at dysturin har varð seinkaður úti við 10 minuttir.

Orsøkin til seinkanina var, at tað eina málið (aftan fyri Brøndby málverjan í fyrra hálvleiki) ikki var í lagi – tað vóru hol í netinum, og dómarin kravdi hetta umvælt, áðrenn dysturin kundi byrja.

Havandi hugburðin hjá dønum til føroysk viðurskifti av slíkum slag, so er ikki ilt at ímynda sær, at danska pressan hevði gjørt nakað meiri burturúr, um hetta hevði  hent í Gundadali! Neyvan hevði tað farið heilt so stillisliga aftur við borðinum.

Sum dømi um danska hugburðin til føroyskan fótbólt kann nevnast, at einstakir Brøndby-leikarar í samrøðum eftir dystin vóru frekir nokk at kalla vøllin í Gundadali fyri ein “sindsyg kunstgræs bane”!

Ikki júst tey fagrastu orðini at brúka um heimavøllin hjá liðnum, sum júst hevði megnað at halda ein 0-1 ósigur og haraftrat eisini raktu stongina ímóti endanum av dystinum – men kanska koma slíkar viðmerkingar júst av tí orsøk, at B36 megnaði so væl at geva teimum mótstøðu.

So er at vóna, at B36-leikararnir í Gundadali megna at endurtaka framúr avrikið og kanska enntá at betra um úrslitið – til frama fyri føroyskan fótbólt og til heiðurs fyri tí fyrsta føroyska graslíkisvøllinum her heima, sum er blivin góðkendur til UEFA-dystir.

Tillukku við úrslitinum, B36, og tillukku við góðkenningini, Gundadalur!

Vit halda við KÍ, men í Evropa-dystum halda vit við føroyingum, tað er tá klárt!!