Desember mánaði og serliga tollaksmessudagur í 1913 kemur at liva leingi sum tiltikin skaðadagur.
Andras Sólstein, skrivar:
"Avbera vakur var hesin dagur, tá ið hann kom úr havi og lokkaði mangan bátin til havs; men ofta býr fals undir fríðum skinni. Komnir á fiskileið brendi hann á av lágum landnyrðingi og kolasvart í kavaroki, so knappliga sum úr byrsumúla. Tá ið vestfallið kom, gjørdist sjóvarillskan við oyggjarendarnar ov stór fyri opnar bátar.
Tá dagurin var at enda komin vóru tríggir bátar burturgingnir: ein av Skarði, ein úr Kunoy og ein úr Norðdepli."
Soleiðis tekur rithøvundurin Símun Hansen til í einari av sínum greinum um bátsvanlukkurnar tollaksmessudag 1913.
Undirritaði hevur tikið tráðin upp eftir Símuni Hansen og gjørt eina roynd at taka saman um, hvat hendi hendan feigdardagin. Við støði í gomlum skjølum, áður prentaðum og óprentaðum frásagnum og útvarpssamrøðum verður ein lýsing av hendingunum greinað, eitt slag av "tilburðarsøgu". Gerandistilburðir, sum t.d. útróður, eru merktir av endurtøkum, reglusemi og margfeldi, og ikki fyrr enn okkurt heilt óvanligt hendir, gerst ein útróðrardagur serligur og festir seg í fólkaminni. Men sum tað framgongur í tekstinum, so kundi ólukkan tollaksmessudag verið so mikið størri, tí tað vóru fleiri bátar úti, og høvdu teir mikið baks og vandasjógv, áðrenn teir komu aftur til lands. Fleiri vóru eisini til reiðar at fara til útróðrar, men ymiskar umstøður gjørdu at teir slerdu av.
Greinin er keldustýrd, t.v.s. keldutilfongið er avgerandi fyri søgugongdina. Hetta er eitt val, sum rithøvundurin hevur gjørt út frá teirri meting, at heldur enn at umskriva og tulka tilfarið fyri lesaran, so havi eg valt, við einstøkum undantøkum, at endurgeva frásagnirnar so upprunaliga sum gjørligt, so lesarin sjálvur kann gera sínar egnu niðurstøður.
Í Norðoyggjum og serliga í bygdunum Haraldssundi, Kunoy og Norðdepli hava søgurnar um vanlukkuna gingið líka síðani 1913 og til hendan dag. Helst tá tosið hjá útróðrarmonnum er dottið inn á vandafullar og ólagaligar útróðrardagar; men eisini í nógvum heimum, hjá næstrafólki og teimum avvarðandi av teim burturgingnu monnunum, hevur um jóltíðir hesin dagur verið havdur á máli, meðan hann summastaðni í Føroyum í stóran mun er farin í gloymskunnar hav.
Svínoy 13.des. 1913
Tíggju dagar fyri tollaksmessu, leygardagin tann 13. desember 1913, var 6- mannafarið Havgásin úr Svínoy gingið burtur. Teir høvdu verið á útróðri norðan fyri Høvdan. Jacob Jacobsen úr Svínoy var saman við sjey øðrum svínoyingum eisini á útróðri og sigur soleiðis frá: "Vit vóru farnir um 4 – 5 tíðina. Klokkan 6 sóu vit Havgásina, og vóru vit tá staddir okkurt um 2 fjórðingar í ein landsynning úr Høvdanum.
Umleið klokkan 10, tá vit vóru í holt við at draga, vóru vit so nær Havgásini, at vit kundu havt tosað saman. Línan hjá okkum var slitin, so vit vóru eitt sindur seinni enn hinir bátarnir av miðinum, og vit vóru eisini síðstir. Havgásin var farin okkurt um ein hálvan tíma áðrenn. Eingin av okkum sóu nakað til ólukkuna, ei heldur nakar á hinum bátunum; men veðrið var tá vánaligt, stormur av útsynningi við kavaroki og glaðustroki. Tað var annars hampiligt í sjónum. (søen var ikke særlig oprørt)
Vit hildu kanska, at báturin var burturgingin í einum æli. Onkur roknaði við, at ælið hevði ført teir í íðuna á Lundaskor."
Ein annar svínoyingur, Jógvan Justinussen Uppi í Húsi, var eisini útrógvin hendan dagin, og vóru teir sjey mans á bátinum, sum var á stødd millum 6- og 8- mannafar. Hann sigur soleiðis frá:
"
Hendan morgun stóð barometrið á botni, og vit fóru í myrkri og settu fyri lýsing úti í Miðhavi hjá svínoyingum
.., Vit settu við suðurráki 4 langar línur og so at draga beinan vegin, tí hann stóð sum ein ímpottur sunnanfyri, og skjótt gjørdi hann vind á útsynningi. Vit vóru norðasti bátur, og eftir umstøðunum lógu vit ringast fyri, nú innaftur skuldi farast, og vóru allir greiðir yvir, tá seglið skuldi setast, at hetta fór at verða vandasigling, um tað skuldi eydnast okkum at skera inn fyri broddin, áðrenn hann kom, ella vit máttu leggja á broddin
Eina løtu eftir at seglið var sett, og báturin hevði fingið ferð, kom ælið norður eftir havinum og á bátin. Tá tognaðu spennini so nógv, at seglið mátti leggjast, og tá ælið kom á okkum, var vindurin meiri stormur at kalla. Spennini tognaðu so nógv, at tey máttu spennast av nýggjum, og so var seglið aftur sett. Áðrenn vit komu inn ímóti broddinum á Fugloyarfirði, sum okkum ikki eydnaðist at skera inn fyri, rópti ein, at ein táttur í blokkinum, sum dragið gekk ígjøgnum, brast, og tað gekk meiri sjógvur á bátin tá í løtuni, enn oysast kundi útaftur. Sivar bóndi, sum var í rúminum, segði
at so nógv stóð á bátinum undir hesari sigling, at stundum stóð sprænurin upp millum súðirnar í rúminum. Og sjálvur sá eg bátin geva seg so nógv, at stundum var snældan minst ein tumma niður frá bógbekki; men siglast mátti, skuldu vit hava vónir um at koma inn um broddin
Tá ið fyrsta stóra brotið kom á okkum sunnanífrá úr broddinum, spurdi Olivar meg, um hann ikki skuldi lækka seglið. Eg svaraði nei. Tá tók róðursmaðurin bátin norð móti Fugloynni, so at hesin sjógvur hevði brotið tvær ferðir, áðrenn vit fingu hann. Í somu stund tók eitt annað brot seg upp so nær bátinum, at ikki bar annað til enn at halda ímóti
. Hvussu vit komu ígjøgnum hetta brot, dugi eg ikki at greiða frá; men uppfyri komu vit, og tá ið vit komu uppfyri, slongdust 3 toskar úr bógrúminum og aftur í rúmið
. Vit sluppu inn um broddin og úr vandanum. Tá ið vit vóru komnir væl inn um, hugdu vit eftir bátunum, sum sigldu sunnanfyri, og tá sóu vit, at eitt segl restaði."
Við Havgásini
fórust 6 mans.
Hans David Hansen,
úti á Bø, 35 ár; giftur,
3 børn.
Guttorm John Mikkelsen, úti á Bø; 30 ár, giftur,
2 børn.
Andreas Olsen, 21 ár.
Ole Edvard Johannesen, 31 ár, giftur, 2 børn.
Fredrik Fredriksen,
32 ár; giftur, 1 barn.
Elias Danielsen, 16 ár.
Andrias og Óli
vóru brøður.
Umframt hettar hevði eingin frætt nakað frá húsaskonnartini, Marionnu, sum fór úr Lerwick 12. november á veg til Føroya. Dimmalætting skrivar 24. desember 1913, at eftir langari óvissu er eingin ivi longur; hon var burturgingin.
Við Marionnu fórust
6 mans.
Hans Jákup Saul, Klaksvík, 27 ár. Skipari
Hans Jákup í Horni, Klaksvík, 40 ár.
Jóhannis hjá Svenn, Lorvík, 24 ár
Hanus á Mýrini, Lorvík, 24 ár
Sámal í Króki, Lorvík,
21 ár
Tummas í Heimistovu, Eiði, 18 ár.
Talið av sjólátnum upp undir jól 1913 kom, umframt manningina á Marionnu, at verða 25 mans. Eftir sótu 13 einkjur við 43 børnum undir 15 ár.
Veturin 1913 hevði annars verið ringur til útróður. Veðrið hevði roynst illa, og lítið og einki hevði verið at fiska, og tá tað leið ímóti jólum, var støðan tann, at ikki einans var lítið at keypa fyri í mongum heimi til høgtíðina, men heldur ikki var feskur biti komin úr sjónum í longri tíð.
Tollaksmessumorgun vóru menn uppi at kalla í øllum bygdum í Norðoyggjum og gjørdu klárt at fara til útróðrar.
Viðareiði uml.
kl. 0400 – 0600
Á Viðareiði stóðu fleiri bátsskipanir og egndu. Ein av monnunum var Martin Joensen, og hevur hann greitt nakað soleiðis frá:
"Vit vóru vaktir tíðliga henda morgun og egndu tvær línur. Eg róði út við einum seksmannafari, sum Olaf beiggi mín átti saman við fleiri
Blikastilli var og kalt, og so óvanliga klárt í veðrinum. Eg haldi meg aldri hava sæð so nógv stjørnugrús á luftini, og hartil hoyrdist óvanliga væl."
Meðan ein onnur bátsskipan á Viðareiði stendur og egnir, fer Jákup á Miðlaðnum út fyri dyr. Tá hoyrir hann eina ær jarma. Innaftur komin heldur hann fyri: "Hevði Jákup á Rókini hoyrt hasa ærina í morgun, so varð ongan veg farið." (Jákup á Rókini í Svínoy var tiltikin skilamaður bæði til veður og útróður)
Hesir viðingar tóku línurnar út í tún, men drálaðu við at fara. Menn lurtaðu eftir brimduni, og hendan morgun hoyrdist dunið til Garðs. Summir vóru farnir til Eiðsvíkar at meta um veðrið og sóu, at tað var toluliga kyrt
Martin Joensen sigur, at Julius Jacobsen og teir vóru eisini komnir saman at egna, meðan Jóan Jacob var farin til Eiðsvíkar at ætla um líkindini. Hann kom aftur og segði, at tað var kyrt, men hann hevði ikki hug at fara. Teir sum eftir vóru vistu ikki, hvat Jóan Jacob hevði verið fyri í Eiðsvík, men hann var ikki sær sjálvum líkur, tá hann kom aftur. Hann var ikki vanur at mæla frá, men teir fóru aftur til hús.
Hjá Hans Michael í Eiðsvík og teimum plagdi ein bátsskipan at egna. Teir vóru uppi, men stóðu og bíðaðu eftir Jústa í Eiðsvík. Hann plagdi at vera bátsformaður, men hann kom ikki fram. Hann var annars oftast fyrstur maður á morgni. Teir bíðaðu og væntaðu hann fara at koma, men einki røktist fyri. Teir ótolnaðust, men at enda kom hann. Hann bað teir vælsignaðar ikki fara. Teir undraðust allir, tí tað var ikki honum líkt at mæla frá; men teir settust eisini aftur.
Jústi í Eiðsvík mælti ikki bara sínari egnu bátsskipan frá at fara hendan morgun, men øllum hann møtti.
Jústi segði seg hava hugsað um útróður hendan morgun. Hann lá í songini og slotaði. Hann dugdi ikki at siga fyri vist, um hann durvaði og droymdi, ella hann vakti og sá eina sjón. Hann sá menn koma eftir gólvinum á loftinum, har hann svav. Teir vóru allir sjóklæddir og rennvátir. Hann sá teir aftantil; teir gingu undir kaminuna og komu ikki undanaftur. Hann kendi ongan, men síðstur gekk ein unglingi, knappliga tilkomin.
Hetta var orsøkin til, at hann mælti frá.
Gamli Jógvan á Oksakletti eysturi við Eiðsvík hoyrdi ofta huldumenninar draga bát bæði oman og niðan. Eisini hendan morgunin drógu teir og fóru til útróðrar.
Eina góða løtu stóðu útróðrarmenninir á Viðareiði og tosaðu, so hildu nakrir unglingar, at best mátti vera at fara inn í Dalar eftir torvi. Teir tømdu leyparnar fyri útgerð, sum teir høvdu við, og fóru eftir torvi.
Ein av teimum, sum fór inn í Dalar eftir torvi, segði aftaná, at aldri hevði hann hugsað, at veðrið kundi broytast so brádliga, sum hann var vitni til tá.
"Tá ið vit komu inn á Torvmoldheyggj ella inn at Bóli á Havi kanska, merktu vit fyrsta lotið; men tá vit komu til garðin í Bug, var longu stormur av landnyrðingi, og havið stóð í andarisi. Vóru vit farnir til útróðrar, var als eingin natúrligur møguleiki at bjarga okkum."
Kirkja í lýsingini
S.P. Zachariasen á Kirkju skuldi saman við Mikkjal Peturi á Fløtti og beiggja sínum Sakarisi fara til útróðrar og hevur greitt soleiðis frá:
"Tollaksmessunátt var av stjørnuklárastu náttum, ikki eitt skýggj á himli. Vit høvdu avrátt frammanundan at fara til útróðrar, og boðað var at fara fyri lýsing. Báturin, ið vit skuldu fara við, var 6- mannafarið Snikkarin. Vit gjørdu okkum til og tóku línurnar við oman á Helluna. Tá vit komu oman á Kleivina og skuldu fara at draga bátin, komu knappliga stór óløgi. Hann var komin av landnyrðingi, og tað var kalt í veðrinum. Vit sóu nú, at tað tók at tjúkna uppi yvir oynni, og knappliga kom veðrið sum eitt skot. Fjørðurin stóð allur í einari glaðu. Ein annar bátur var farin frá landi beint frammanundan. Hann vann suður at Skorðagjógv og sleit at landi har á gjónni. Hjá okkum var einki annað at gera enn at fara aftur til hús."
Hattarvík
Henda sama morgun var ein 13 ára gomul genta úr Hattarvík eftir torvi. Uppi á eggini sá hon Hattarvíksbátin. Tá var ódnin brostin á; havið stóð í andarisi. Hon tordi ikki at hyggja eftir bátinum, har hann kom siglandi. Hon væntaði hvørja løtu, at hann sakk; men tá sá hon tað løgna, at har var eins og ein geil, sum báturin kom siglandi ígjøgnum, har tað var slætt. Men báðu megin við brutu aldurnar. Tað hoyrdi hon bátsmenninar seinni siga frá, at har var hægri hond uppií, sum legði sjógvin niður. Dagin eftir var betri veður, og tá fóru teir útaftur á Miðhavi á sama stað, har teir høvdu verið dagin fyri. Tað mundi vera til tess, at agnið skuldi ikki spillast. Teir høvdu ongantíð sett línuna dagin fyri. Ikki fyrr enn annan januar komu boðini til Fugloyar um teir tríggjar burturgingnu bátarnar.
Í hesum sambandi kann nevnast, at tað ljóðar ótrúligt, at bátur kundi sigla soleiðis ígjøgnum ein geira, meðan aldurnar brutu báðumegin við. Men streymur er sera løgin og háttar sær ofta løgið. Ein gamal útróðrarmaður segði fyri mær um ein útróðrarmann á Kirkju, at hann oftani fór niðan á oynna at hyggja eftir sjónum, hvussu hann háttaði sær í ódnarveðri. Hettar fyri at kunna seg um streymin, snarur, afturundirgerðir og annað soleiðis, at um hann kom út fyri at vera á sjónum í tílíkum umstøðum, so skuldi hann kenna og vita, hvar og hvussu siglast skuldi. Bátsformaðurin og menninir á Hattarvíksbátinum hava verið kunnugir við streymviðurskiftini og hava vitað, júst hvar teir skuldi sigla, meðan tað fyri gentuni uppi á landi hevur sæð út sum eitt satt undur.
Norðdepil uml.
Kl. 0500 – 0700
Í Norðdepli og Hvannasundi fóru fleiri bátar til útróðrar. Norðdepilsbáturin, sum gekk burtur, æt Aldubáran.
Júst Justesen greiðir soleiðis frá: "Vit fóru tveir bátar úr Norðdepli til útróðrar, eitt 4 -mannafar, sum eg var við, og eitt stórt 5 -mannafar, sum teir fóru seks við – hetta var báturin sum gekk burtur – og úr Hvannasundi fóru nakrir. Hann hevði staðið á útsynningi og hótt, og hesin báturin, sum gekk burtur, vildi ikki fara dagin fyri, tí teir vóru bangnir fyri landnyrðinginum; men nú hevur hann egndan reiðskap, og ganga teir uppi um náttina, og tað er sama ættin og sama veðrið. So møta teir Karl Justesen og biðja hann koma við teimum, tí ein av monnunum var sjúkur, og hann fer so við teimum og hevur eldra sonin við sær; teir høvdu annars ikki verið á útróðri tilsamans fyrr. Teir fóru áðrenn vit, og róðu teir á eitt stað, vit kalla millum Grynnurnar (tað er millum Fugloynna og Viðoynna, nakað rætt út fyri Viðvík).
Vit høvdu verið úti dagin fyri og máttu tí egna, áðrenn vit fóru; tí blivu vit nakað seinir henda morgun. Eg haldi vit mundu fara um 6 tíðina. Tá vit komu eysturum, sóu vit hin bátin seta. Teir settu við lykt; men tá var tað blivið so mikið óslætt í sjónum, og vit hildu so av at fara út eystanfyri, tá var eystfall í Svínoyarfirði, og fóru vit suður ígjøgnum Svínoyarfjørð, settu reiðskapin úr Svínoynni, suðureftir, vit kalla tað Suður á Fjørðinum; tá vaks vindurin nakað nógv.
Vit róðu ímillum og tóku upp suðureftir. Tá ið seks stykkir vóru eftir hjá okkum at draga, tá kom Sámal Petur í Árnafirði siglandi; tá hevði hann kubbað seg leysan frá tveimum línum, tí sjógvurin var so ringur.
Men vit treiskaðust við at draga, inntil tað var liðugt; men tað má eg bekenna, at skuldu vit truffið teir stóru sjógvarnar, so kláraðu vit tað ikki; men okkara dagar vóru ikki uppi, og vit fingu reiðskapin aftur, og so var so skjótt at vit komu í lívd av Svínoynni, so bleiv slætt; men tá vit komu norður ímóti Havsbøll og sóu norður ígjøgnum Svínoyarfjørð, tá var hann so fullur av sjógv, at eg havi ikki sæð hann so ringan fyrr, tí har er so høgur og svartur bakki frá Rangagjógv og norðureftir, og tað var einki at síggja uttan gras. Tað var, sum tað hevði verið fjøruslætt.
Vit mundu koma inn í Sund um eitt- tvey tíðina og fingu mistanka um, at teir ikki vóru afturkomnir, tí tað vóru komnir fleiri svínoyarbátar har til Norðdepli; teir torgaðu ikki innaftur í Svínoyarvík, og so hildu teir suður um Heltnina. Tó, ein svínoyarbátur fór har norður í Kleivina at lenda, og tað vóru vit vissir í, at tann báturin, sum ikki var komin eystaneftir tá, hann kom ikki aftur.
Vit hildu teir flestu, at báturin var farin av sjógv harúti, tí tað sást, at teir vóru byrjaðir at draga línuna, tí eitt sindur av línu var fløkt niður í framskutin. Eg haldi, at hetta var hent okkurt um níggju- og tíggjutíðina, eftirsum sjóvarfallið var, og veðrið kom á, og tað trúgvi eg eisini, tí at rýma fyrst á vestfallinum, tá hann kemur á landnyrðingi, tað er tað sama sum at forkoma sær, tí tað versnar alt, ið inn kemur, í staðin fyri um teir kundu klárað seg harúti, inntil tað vendi suður við landi, so kundu teir havt bjargað sær.
Fugloyingar søgdu tað, at tað kundi hvør tríbekkur fara suður við landið, tá tað var suðurvent við landi.
Dagin eftir bleiv báturin funnin sundursmildraður inni í Viðvík. Matskrín, tuflur og annað lá har, men tað løgna var, at eingin ár var brotnað."
Karl skuldi, sum áður sagt ikki fara við, men fór við fyri sjúkan mann. Ein frásøgn sigur, at kona Karl, ið var systir Jústa á Stræti á Kirkju, bað hann ikki fara til útróðrar henda morgunin, sum hann hevði droymt so undarligar dreymar, men gamli Niels Petur bað hana bara læta hann fara.
Hvannasund uml.
Kl. 0500
Justinus í Hvannasundi, Justinus Poulsen, var saman við fimm øðrum hvannasundsmonnum á útróðri henda dagin. Frágreiðing hansara er úr politiprotokollini, tó her týdd til føroyskt og eitt sindur umskrivað:
"Vit fóru av stað um leið klokkan fimm. Vit róðu gjøgnum Svínoyarfjørð til eitt mið kallað Grynnan, og er tað um leið mitt ímillum Viðoy og Fugloy, rætt eystan fyri Viðvík."
Teir sóu eina hvíta lanternu ella lykt um leið eina kvarta míl vestanfyri, har teir lógu. Hesa lykt heldur Justinus at stava frá Norðdepilsbátinum, og teir hildu, at norðdepilsmenn vóru í ferð við at seta línuna inneftir í rætningi ímóti Viðvík. Tað var myrkt, so teir sóu ikki bátin, men tað kann ikki hava verið nakar annar bátur.
Tá teir komu til miðis, var klokkan okkurt um sjey, men hann var farin at øtla veðrið við vindi av landnyrðingi, so teir, uttan at hava roynt og eftir at hava bíðað ein hálvan tíma á miðinum, vendu heimaftur….
Jústinus greiðir síðani frá, at hann roknar við, at báturin er burturgingin onkuntíð um morgunin; tí kl. 11 var illveður norðanfyri, og hann roknar við, at vindurin kom so knappliga, at teir á burturgingna bátinum ikki hava nátt at komið í sundið ímillum Viðoynna og Borðoynna og í læ har..
Í bókini, "Teir bóru boð í bý", skrivar Marius Absalonsen frágreiðing frá monum, sum vóru farnir úr Hvannasundi.
"Við Innistovubátinum vóru Palli har Norðuri og sonurin Jústi og Andrias við soninum Gulakki. Teir vóru komnir út á Grynnuna. Teir lógu stillir og ivaðust. Nú hoyra teir árasløg; tað er ein bátur, sum kemur inneftir, maður sat afturi í rong, men hann setti ikki línu. Báturin kemur beint á teir. Nú eru tað Frammistovumenn. Teir skifta orð ímillum bátarnar. Frammistovumaðurin spyr: "Nú hvat ætla tit at gera?" Andrias svarar: "Mær dámar ikki líkindini í morgun. Tað skal eingin húkur út úr okkara báti." So svarar hin aftur: "Ja, so gera vit tað sama."
Síðani hildu bátarnir innaftur. Hetta er eftir Gulak Sørensen.
Ein onnur frasøgn sigur, at samtalan fór soleiðis fram. Frá bátinum, sum kom rógvandi, spurdi hann: "Nú Andrias, hvussu væntar tú veðrið í dag?" Andrias skuldi svara: "Eg vil ikki hopa, tað kemur tað veður, sum eg vænti." Tá svarar hin aftur: "So vænta vit báðir líka," og síðani fóru báðir bátarnir aftur at landi
.
Gulakkur sigur, at tað fyrsta, ið teir sóu, var, at hann setti ein æling inn á Fugloynna, nakað sum av landnyrðingi eystri, og síðani varð illveður óføra knappliga."
Kunoy 0400 – 0700
Kunoyingar høvdu ikki ætlað sær til útróðrar, hóast teir mangan áður høvdu lagt nógv fyri, t.d. tollaksmessudag árið fyri. Tá høvdu teir verið úti við stórum báti, og ódnarveður brann á, óvanliga brádliga. Tá væntaðu teir sær ikki at koma til lands aftur á lívi. Men mitt í ódnarveðrinum kom ein trolari teimum til hjálpar. Hann sigldi í luborð av teimum og tók á tann hátt broddin av aldunum.
Men sum aðrastaðni so hevði verið uppiløga leingi, og nú vildu menn hava nøkur oyru at keypa fyri til jóla umframt okkurt feskt undir tonnina. Og veðrið var av tí allarfagrasta. Farið var fyri lýsing. Eingin vindur rørdist og havið var deyðakyrt. Tað hvítti ikki við strond. Himinin var sum ein pussaður spegil. Men stjørnurnar vóru óróligar; tær gingu kykar.
Heirikur Jacobsen Kunoy greiður frá, at tollaksmessumorgun byrjaði av tí allarbesta. Vit vóru í Haraldssundi eftir gággum, og ikki hevði maður farið um Nesið í fínari veðri. Tað var um fýra-tíðina á nátt, vit rundaðu Nesið. Pollurin var sum ein spegil, ikki ein ond á sjónum.
Fimm bátar úr bygdini Kunoy vóru á útróðri, og ein var eftir gággum tollaksmessumorgun. Tveir av teimum settu í Fjørðinum, (Kalsoyarfirði) Jógvan í Árnastovu setti frá Høvnini og suðureftir, og tveir bátar fóru norðureftir.
Jóhan Karl Niclasen úr Kunoy greiðir frá, at teir fóru onkuntíð um sekstíðina, og tá var Samløgan (tað var Kunoyarbáturin, ið gekk burtur) farin nakrar minuttir áðrenn, tó, teir sóu hana framman fyri sær, meðan teir róðu norður við Kunoynni.
Komnir norður í Nakkin hildu vit líkindini verða so vánalig, at vit vendu við og settu línuna einar tveir fjórðingar norðan fyri bygdina.
Niels Petur, sum var formaður á einum av Kunoyarbátinum, segði: " Vit rógva úteftir." Tá var hann útsynningur vestan í ættini. Komnir nakað norður var veðrið hitt sama, men tá var síð alda í sjónum, og hann setti upp æl av útnyrðingi, sum fór eystur yvir havinum, men nart ikki við okkum. Vit róðu alsamt. Síðani setti hann upp æl av norðri, og tá ið triðja ælið kom, stóð havið í andarisi.
Ætlanin var at fara út á hav, men tá ið hann køvdi av aðru ferð, skuldi Jóhan Pauli spyrja Seyðberg, um hann hevði kumpassina við í bátinum. Seyðberg leitaði í skríninum og helt, at teir, tá teir vóru í Klaksvík seinast eftir koli, høvdu gloymt hana eftir. Teir avráddu ikki at fara longur út, og settu átta stykkir av línu og fóru alt fyri eitt aftur á kíkin at draga, tí nú var veðrið so nógv versnað. Tá lá Haraldsundsbáturin stutt frá teimum. Har breyt ein stór alda. Hon kom beint á bátin hjá teimum og fyltu hann, men okkum rakti hon ikki. Teir oystu av allari megi, skóru á stokkinum og fóru frá línuni.
Vit drógu tað, sum eftir var, umframt tóku vit kíkin, haraldssundsmenn vóru rýmdir frá, og fóru síðani at rógva inneftir. Líkindi vóru ikki at seta segl. Tað ráddi um at koma norður og eystur um Kunoynna. Síðani var tikið undan, men at sigla var ikki hugsingur um. Aldurnar vóru størri enn so, tær vóru sum fjøll. Vit máttu halda uppí alla tíðina og lata ganga eftir reyv inneftir. Tá komu vit á tað staðið, har teir á Haraldsundsbátinum høvdu sagt Skarðsbátin at vera. Vit sóu seglið á báti, sum sigldi, men stutt eftir hvarv seglið og báturin eisini. Tikið var tá á árarnar at rógva hagar, báturin hvarv, men tað gekk ikki um fliðuna. Tveir mans á okkara báti sóu kjølin á einum báti venda upp, tá var tikið undan aftur.
Komnir heim fyri Skarð, var mikið brim, og har niðri á bakkanum sóu vit Jóhannes gamla og nakrar konur og nøkur børn. Tað neit í hjørtum okkara. Vit vistu, hvat tey hugsaðu, men vit hildu leiðina suðureftir og lendu í Haraldsundi.
Jóannes Viðbjørg hevur hesa frágreiðingina frá sama báti, og í samrøðu við Niels Juel Arge í útvarpinum tann 23. desember 1963, á fimmti ára degnum fyri vanlukkuna, greiðir hann soleiðis frá:
"Vit vóru fimm bátar úr Kunoy á útróðri. Tríggir settu í Fjørðinum, tó hin eini var norður ímóti Hestmúlanum og vendi so aftur. Vit og Samløgan fóru norðureftir.
Komnir norður legði Samløgan út frá landi, men vit løgdu okkum inn í Øldubáruna at kroka fyri einum so grúvuliga ringum æli; men eingin vindur í ælinum. Vit bíðaðu; tá átti Samløgan at vera komin nakað út, út á Oyggjar ella so, og lagt stilt, og tá ið ælið var hæsað av, fóru vit út á Flógvan og settu 40 stykkir.
Vit hildu í kíkin alla tíðina; so aftur at draga. Tá vit høvdu drigið 2 stykkir, tá komu haraldssundsmenn innaftur, og teir fóru so inn um okkum. Teir sigldu ikki, eg haldi teir róðu.
Tá ið ein lína var eftir at draga, kom Skarðsbáturin. Hann kom siglandi og sigldi inn á Flógvan; tá var glaðustrok. Við eitt vekk hvarv seglið. Vit trúðu bara, at hann legði fyri ikki at koma ov nær Nakkinum.
Vit hildu so áfram við at draga. Vit máttu skjóta á alla tíðina, altíð hava framendan uppí, tí ella var galið, tí framendin vardi seg betur enn bakendin. Lidnir at draga tóku vit hann undan og fóru inneftir. Vit tordu ikki at hava segl á. Eg sat í eystara borð, og einaferð sigi eg við hinar, at nú sá eg eftir kjølinum á einum báti, og allir stúrsaðu við. Tá sigur ein annar: "Ja, eg síggi nakrar kíkar her vestanfyri, teir fara og hoppandi eftir sjónum". Teir spurdu, um eg sá nakran á kjøli, men eg sigi nei, har var eingin maður á kjøli, eg sá so skilliga eftir bátinum, har hann kom upp á eina aldu, men eg sá hann bara eina ferð.
Men vit máttu so royna at bjarga okkum. At fara at gera nakað annað og royna at koma eystur til bátin – hann var nakað eystan fyri okkum – tað var hopleyst.
Komnir heim fyri Skarð, stendur brimið í bakkan, og har var so eingin bátur komin; so heim gjøgnum Haraldssund og løgdu vit at har, fyri at tosa við teir, áðrenn vit rundaðu Nesið og fóru heim til Kunoyar."
Komnir til bygdina var sum vera mann nógv fólk samankomið, og tað bleiv spurt eftir Samløguni. Ótti lýsti av øllum andlitunum, men har vóru eingin góð tíðindi, teir komu við. Ein kona kom og spurdi eftir Samløguni, bátinum, maður hennara var við. Tá svarar ein aftur "Tað, sum ikki er aftur-komið, kemur ikki aftur!"
Morgunin eftir fleyt Samløgan út fyri støðni undir Kunoyarbygd, einans hálvur bátur, so hann hevði helst borið við land.
Onkur helt hann at vera farnan um tíggju-tíðina, tí eftir sum nesmenn søgdu frá, so sóu teir longu um 10-tíðina rekar inni undir lendingini hjá teimum, kíkar, skrín og ymiskt.
Skarð uml. Kl. 0400
Á Skarði vóru teir tíðliga uppi hesa náttina. Elsa Margreta Samuelsen av Skarði hevur í útvarpssamrøðu greitt frá, at Jákup Petur Petersen legði til at fara til útróðrar henda morgunin. Veðrið var av tí fagrasta. Tað speglaðist á hvørjum tanga – sjógvurin var sum ein sveiti.
Maður hennara, Poul Jacob Poulsen, var ikki, sum hann plagdi, henda morgunin. Hann hevði áður verið tveir ringar tollaksmessudagar á útróðri, møguliga var tað tí, at slíkur ekki var á honum. Men hann kom inn á kamarið og segði farvæl sum vant, áðrenn hann fór.
Í bátaskrásetingini, sum byrjar í 1903, eru 4 bátar skrásettir sum heimahoyrandi á Skarði.
Tvey 4- mannafør, Riddarin KG-148, smíðaður í 1896, bátsformaður Joen Michelsen, Lundin KG- 147, smíðaður í 1893. Eitt 6- mannafar, Sildin KG 145, smíðaður í 1902, bátsformaður Joen P. Joensen, og eitt 8- mannafar, Skarðsbáturin KG 146, smíðaður í 1888, bátsformaður Joen P. Joensen. Ognarviðurskiftini hjá teim ymsu bátunum stendur at vera navnið á bátsformanninum mfl. Og allir bátarnir standa at vera smíðaðir á Skarði.
Skarðsbáturin fór til fiskiskap um klokkan fýra. Tá var fínasta veður við vestligum loti. Báturin skarðsmenn fóru við, hevur helst verið 6- mannafarið Sildin. Karl Klettskarð sigur at teir fóru við einum 6- mannafari og vóru sjey mans við, og tað er eisini mest sannlíkt, tí teir høvdu neyvan farið undirmannaðir við 8- mannafarinum. Tað sæst annars ikki í bátaskránni, nær bátarnir ganga út ella verða strikaðir.
Annars høvdu skarðsmenn brynjað seg út til útróður við motorbáti, Teir høvdu keypt ein 31 føtur langan deksbát við motori, skrásettur í Norðoyggjum 24/9 1913 sum Fortuna, KG-348. Teir sum høvdu keypt vóru Joen Michelsen, Joen P. Joensen, Poul Poulsen og Jacob P. Petersen, allir av Skarði og Simon P. Vitalis úr Klaksvík og Frederik Frederiksen úr Kunoy. Um teir høvdu verið nakran túr við Fortunu er óvist, men søgan sigur, at hesin dagurin, 23. des. 1913, skuldi vera teirra seinasti útróðrardagur við árabáti.
Haraldssund
uml. Kl. 0500
Rasmus Olsen var á útróðri saman við haraldssundsmonnunum, Joen Peter Rasmussen, Augustinus Hansen, Poul Rasmussen, Poul Petersen og Joen Joensen, og sigur hann soleiðis frá:
"Vit fóru úr Haraldsundi kl. 5 um morgunin; tá var stilli og gott veður. Tá vit komu nakað norður í Sundið var hann blivin landnyrðingur, men veðrið var enn gott. Vit róðu eitt sindur út um landoddarnar beint út frá Haraldssundi. Her møttu vit Skarðsbátinum og tosaðu við teir; klokkan var nú millum 7 og 8, og veðrið var enn gott. Teir løgdu at borði. Prátið fall inn á veðrið, og tað seinasta, teir hoyrdu Skarðsmenn siga, var, at hann mundi fara at øtlað veðrið.
Báðir bátarnir byrjaðu at seta línuna. Haraldssundsbáturin inneftir og Skarðsbáturin úteftir. Tá Haraldsundsmenn høvdu sett 16 stykkir av línuni, sá veðrið hóttandi út, og tá teir høvdu sett 8 stykkir afturat, var longu so ringt í sjónum, at teir hildu tað fyri rættast ikki at seta meira línu.
Teir byrjaðu beinanvegin at draga, og illveðrið versnaði so skjótt til storm og aldu av landnyrðingi, at teir stúrdu fyri at sleppa til lands aftur. Teir sóu ongantíð Skarðsbátin aftur, og teir vóru sostatt teir seinastu, ið prátaðu við skarðsmennirnar.
Eftir at hava hitt kunoyingar á máli um, hvat mátti vera hent við Skarðsbátinum, fóru Rasmus Olsen og Poul Rasmussen eftir bakkanum norður til Skarðs. Boðini, teir høvdu at bera, vóru sorgarboð, og vórðu tey eisini á ein hátt deyðadómur yvir bygdina.
Karl Klettskarð, Karl á Skarði, sum hann eisini bleiv nevndur, var 11 ára gamal, tá hann misti pápan og tveir beiggjar, og sigur hann soleiðis frá tá boðini komu til Skarðs:
"Vit fingu illgruna um, at okkurt var áfatt, tá ið haraldssundsmenn komu eftir bakkanum. Teir gingu yvir til neystið, áðrenn teir komu niðan til húsini, og tað var ikki tann vanligi vegurin at ganga, tí gøtan til Skarðs liggur væl oman fyri neystini.
Tá høvdu teir á veg norður eisini hugt í neystið í Búðadali."
Búðadalur er sunnan fyri Skarð. Har høvdu skarðsmenn neyst og 8- mannafar standandi.
Epilog
Tá tollaksmessudagur 1913 var liðin, vóru 19 mans farnir á havinum. Seks við Norðdepilsbátinum, seks við Kunoyarbátinum og sjey við Skarðsbátinum. Um orsøkina til at teir vóru sjey á Skarðsbátinum henda morgun, sigur Karl Klettskarð um sjeynda mannin: "Hann skuldi taka við einum festi í Haraldssundi, og skuldi hetta eftir ætlanini vera seinastu jól hansara á Skarði. At hann fór til útróðrar henda morgunin, sum sjeyndi maður, var fyri á tann hátt at siga monnunum í bygdini farvæl."
Gamli Jógvan á Oksakletti hoyrdi eftir henda dag ikki huldumenninar draga bát aftur. Hann helt heilt víst, at huldumenninir eisini vóru gingnir burtur, og hann hoyrdi einki aftur, fyrr enn synirnir vóru vaksnir-
Hettar við yvirnatúrligum fyribrigdum, so sum huldumonnum og øðrum, er fyri nútímans lesaran kanska ikki heimahoyrandi í einari søguligari grein um veruligar hendingar; men tað slepst ikki undan, at fyrr hekk ofta ein tílík yvirnatúrlig søga uppi í vanlukkuhendingum, og tað gjørdi tað eisini í samband við tollaksmessudag 1913. Søgan um Jústa í Eiðsvík og hansara sjón er nevnd í fleiri frágreiðingum sum eg havi fingið hendur á, tær víkja eitt sindur frá hvørjari aðrari í tí, at onkur sigur frá, at Jústi kendi ikki menninar, sum komu eftir loftinum, meðan Richard Jacobsen skrivar í bókini Mín lívssøga til sjós, at hann minnist Jústa siga frá, tá bátarnir gingu burtur. Jústi segði, at "hann sá allar menninar á sundabátinum koma gangandi eftir loftsgólvinum í oljuklæðum. Hann kendi allar væl…"
At Jústi lá og slotaði, merkti vanliga hjá útróðrarmonnum at lurta eftir, hvat náttúran hevði at siga um komandi veður; tað kundi vera ljóð frá áum, áartos, áartutl, aldusuð, fjørusjóð, fjalladun, ljóð frá fuglum og djórum og mong, mong onnur ljóð. Tað er mangt, ið bendir á, at oyrað hevði líka stóran, um ikki størri týdning, enn eygað, tá metast skuldi um útróðrarveður.
Aðrastaðni enn úr Norðoyggjum er eisini ein yvirnatúrlig frásøgn um skaðadagin 1913. Hon er úr Sørvági, og skrivar Sonni Jacobsen um tilburðin í bókini Sørvágur og Sørvingar, bind 2, og er hon um Matthias á Kelduni í Sørvági, sum Tummas Jákup í Búðini hevur greitt frá:
"Tað var á tollaksmessu í 1913… nú fer Mattias út at loysa sær buksurnar; hann var farin suður um húsini hjá Sannu Palla. Meðan Tummas Jákup situr á bonkinum, brestur hurðin upp, sum varð hon brotin, og Mattias kemur brestandi inn og hevði ikki rættuliga fingið buksurnar upp um seg. "Hvat feilar?" spurdi Elin Sofía. "Ja, tað skal eg siga tær," segði Mattias, "mær feilar nógv; men tað skal eg siga tykkum, tit koma at frætta okkurt ringt. Eg havi sæð eina sovorðna sjón, at vóru tað tit, so steinsvímaðu tit!" "Hvat hevur tú sæð?" spurdi hon. Tá hevði hann sæð eina ræðuliga sjón; hann segði, at hann sá fleiri bátsmanningar koma í roðklæðum tætt yvir til sín, og tað rann sjógvur úr hári og klæðum á teimum. Hann var næstan hjartkiptur, tá ið hann kom inn,.."
Veðurlíkindi.
Og hvørji vóru so veðurlíkindi, ið elvdu so stóran skaða henda morgunin, ið byrjaði so avbera vakurt? Fisher Heinesen hugleiðir í bók síni Veðrið soleiðis um umstøðurnar henda dagin:
"20. desember var seinna kv., og 21. var mánin næstur jørðini, so streymviðurskiftini skuldu ikki verið øðrvísi, enn ein vánalig streymloysa.
Hann brast á; tað sigur okkum, at vit lógu í einari lægd. At hann brann á á lágum landnyrðingi, sigur okkum, at lægdin hevði broytt kós og var farin í um leið landsynning sunnan. (Vanlig kós uml. landnyrðing eystan.)
Undir tílíkum umstøðum vil barometrið reisa skjótt norðan fyri okkum, og vatnstøðan harav lækka norðureftir. Kann hugsast, at hesin munur í barometurstandi (munur á vatnstøðu) hevur orsakað eitt útrák, sum var nógv harðari, enn tað innrák, sum átti at verið eftir vanligari rokning av sjóvarfallinum?
Eisini sigur Fisher frá Heirikki Jacobsen, sum sigur at – "alt rak forkert, streymurin rak í havið, í staðin fyri at reka inneftir" og Fisher endurgevur eisini teir gomlu fyri at siga:
"Upp undir ábrenning tíggjar streymurin sær ofta illa"
Um tað ikki gjørdist vindur á landnyrðingi, tá tað var eysturkomið á havinum, fór ikki at bila, so bleiv helst eingin landnyrðingur. Útróðrarmenn ræddust landnyrðing/landnyrðing norðan inn av havinum, serliga á eystfallinum.
Ein útróðrarmaður hevur einaferð sagt, at hann tvær ferðir við áttamannafari í øtlandi landnyrðingi hevði latið verið við at tikið land fatt, fyrrenn eystfallið var liðugt.
Kundu teir halda seg omaná úti á havi, meðan eystfallið gekk, so høvdu teir ein møguleika fyri at yvirliva – royndu teir at taka land fatt, meðan eystfallið gekk, so høvdu teir ongan møguleika.
Eitt áhugavert í sambandi við júst landnyrðingsódnir er, at 30. apríl 1870 brast eisini ein landnyrðingsódn á, og hesin dagurin gjørdist eisini ein stórur skaðadagur í Føroyum. Henda dag gingu 2 gjáarbátar burtur, Rættarbáturin við 8 monnum og Fríðriksbáturin somuleiðis við 8 monnum, tilsamans 16 mans. Tveir aðrir gjáarbátar vóru eisini á útróðri henda dagin; teir komu aftur til lands. Trý 8- mannafør úr Mikladali vóru eisini norðanfyri, tá ið hann brádliga brast á av landnyrðingi norði við ódn og kavaroki. Hann kom so knappliga, at teir, sum lógu upp í veðrið, hættaðu sær ikki at taka bátin undan, men máttu skjóta á inn móti landi. Í bókini Úr Gjáar søgu, gamla tíðin 1, skrivar Petur Jacob Sigvardsen, at ein av teimum gjáarmonnunum, ið var við henda dagin, segði soleiðis frá, tá ódnin brast á:
"Knappliga kom eitt æl eystur eftir havinum, og tá ið tað kom eystur í ein landnyrðing, var tað sum úr byrsumúlanum. Kavarok og harðveður.."
Hettar líkist nógv tí, ið Gulakkur segði um ódnarveðri í 1913: "Tað fyrsta, ið teir sóu, var, at hann setti ein æling inn á Fugloynna, nakað sum av landnyrðingi eystri, og síðani varð illveður óføra knappliga."
Men tað er ikki vist, at streymurin hevði nakað at siga hendan morgunin, tí tað var kolandi ódnarveður, so bátarnir eru helst burturgingnir av sjógvi og illveðrið, møguliga kollsigldir, heldur enn av streymi.
Hví rýmdu teir ikki beinanvegin, tá veðrið versnaði? Ein orsøk er ivaleyst tann, at teir vildu ikki rýma frá línuni. Tá teir royndu við snøri, var skjótt at gera av at rýma; tað var at draga snørini inn og sleppa sær til lands; men hevði tú sett línuna var verri. Rýmdi tú frá henni, misti tú reiðskapin, og so vart tú í líka stórari neyð; tí ofta var línan keypt upp á borg, og so stóðu menninir í skuld til handilin, og ongin møguleiki var at fiska, tí eingin reiðskapur var, so tað var ein verri tvístøða at vera í. Sum vit hava lisið, so bleiv trossað og drigið aftur av línuni tað, sum ráðiligt var, og so kubbað á stokkinum.
Nú kann onkur siga at tað var skilaleyst at fara ein sovorðnan dag til útróðrar, men hetta var nakað, ið kundi henda. Mangan dag kundi tað vera líka ring og verri útlit enn hendan tollaksmessudag, men veðrið hevði roynst av tí besta. Tá at ligið heima og mist ein góðan útróðrardag, tað hevði ikki verið hildið at verið skil.
Annars so skerst ikki burtur, at útróðrarmenninir áttu bæði dugnaskap og skynsemi. Teir skuldu meta um veðurlíkindini, vera góðir miðamenn, skuldu duga streym, kenna hvørja afturundirgerð, hvønn strong, vera góðir róðursmenn, hava gott skil at føra segl og mangt, mangt annað. Og hetta dugdu teir gomlu, um ikki allir, so vóru tað altíð framúrskarandi menn millum útróðrarmenn. Og tað var bert ein skúli, har hetta kundi lærast, og tað var útróðurin sjálvur.
Men hendan morgunin, 23. desember 1913, tá hann brendi á av landnyrðingi, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki, tá hjálptu hvørki kreftir ella skil, sjálvt mætastu sjógarpar máttu lúta í so ójøvnum bardaga.
Stór sorg var lýst yvir landið. Dansurin á jólum var avlýstur nógvastaðni í Føroyum. Fyri at hjálpa teimum, ið eftir sótu, bleiv skipað fyri peningainnsavnan í Føroyum. Í Havnini vóru t.d. síðst í des. innkomnar 2500 kr. Í Klaksvík 600 kr. 1. jóladag, og í Fuglafirði 600 kr. 2. jóladag.
Við góðari hjálp komu bygdirnar Kunoy og Norðdepli burtur úr vanlukkuni; men á Skarði stóð verri til enn, at pengar og góð hjálp munaði. Við hesari bátsvanlukku og teimum undanfarnu, ein í 1835 og ein í 1872 hevði bygdin fingið mønustingin.
Á Skarði vóru í 1913 seks hús, men at missa 7 mans í bestu árum megnaði bygdin ikki. Tá veturin 1918 kom, reyk bert í trimum húsum, og tá gjørdu tey av at rýma. Mánadagin hin 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleivina; seinast kom Anna Katrina í Kongsstovuni. Í skýmingini bleiv hon borin í leypi oman í bátin, tá var hon 90 ár.
Komin í bátin, vóru Skarðsfólkini níggju í tali; leiðin gekk norð um Nakkin til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grúgvuni.
Síðan tá hevur verið øskukalt á Skarði.
Heimildir
Arge, Niels Juel: Tollaksmessudagur 1913 Útvarpssending tikin upp 1963. Útvarp Føroya.
Absalonsen, Marius: Teir bóru boð í bý. Forlagið Røddin Skála 1980
Bátaskráseting frá 1903 og frameftir, bók á Norðoya Sýslumansskrivstovu.
Browns strømkort.
Dimmalætting des. 1913, jan. 1914
Hansen, J. Símun: Havið og vit 2. partur. Minniligir dagar. Egið forlag.
Klaksvík 1966
Hansen, J. Símun: Tey byggja land IV Kunoyar sókn. Egið forlag. Klaksvík 1977.
Hansen, J. Símun: Tey byggja land III Viðareiðis sókn. Egið forlag. Klaksvík 1975.
Hansen, J. Símun: Norðdepil Eitt 100-ára minni Hvannasunds Kommuna 1966.
Heinesen, Fischer: Veðrið Egið forlag. Klaksvík 1985
Jacobsen, Richard: Mín lívssøga til sjós Egið forlag Klaksvík 1984
Jacobsen, Sonni: Sørvágur og Sørvingar II. Einars Prent. Sørvágur 1996.
Joensen, Otto: Søgusmettan Klaksvík 1996.
Joensen, Robert: Bøleiðin Klaksvík 1974
Justinussen, Jógvan: Brot úr frásøgn við Jógvan, sum Robert Joensen hevur skrivað, prentað í Hugnalig Jól 1963. Forlagið Vitin Klaksvík 1963.
Politiprotokol Norðoya Sýsla 21/10, 1910 til 13/6, 1914 óprentað á Landsskjalasavninum
Mikkelsen, Pole streymtalva.
Mortensen Andras: Upplýsingar um bátar úr databasu.
Sigvardsen, Petur Jacob: Úr Gjáar søgu, Gamla tíðin I. Forlagið Búgvin Tórshavn 2000
Viderø, K.O: Saga Norðuroya Bókagarður Tórshavn 1994
Zachariasen, S. P.: Eingin veit á morgni at siga.. Hugnalig Jól 1963. Vitin Klaksvík 1963.
Ziska, Rúni: Bygdin Skarð 1584 – 1919 Søguuppgáva á Føroya Læraraskúla 1994.




