Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt brak av eini aðrari verð í KÍ høllini nú leygarkvøldið

Oliver Joensen

Alt í samband við, at KÍ kvinnurnar hava vunnið føroyameistaraheitið 15 ár á rað, umframt at tað er stórt føroyskt met, so er hetta eisini heimsmet. – 15 ár á rað, hvør annar megnar tað? – Ongin annar enn KÍ kvinnur!!!

Aria við Jógvan Hansen, Erik Biskopstø, Ólavur Wolles, Magni Husgaard og Peter Hans Niclasen.

Um facebook fingu vit fatur á Jógvan Hansen, ið er búsitandi í Íslandi og sum kemur til Klaksvíkar longu hósdagin at venja saman við Aria til tiltakið. jógvan biður okkum heilsa og sigur:

Aria eigur hjartað í mær. Og soleiðis vil tað altíð vera. Og Klaksvíkin eigur sálina, so tað at vit trína á pall í hesum sambandi kann ikki blíva betur. Hettar verður og er eitt serligt kvöld. So vit vilja gera okkara besta sum vit kunna, fyri at øll sum koma sum koma til dansin til æru fyri KÍ kvinnurnar fáa eitt ógloymandi kvøld. 

Ólavu Wolles sigur við Norðlýsið, at teir í Aria longu eru farnir undir venjingarnar, og eg kann lova, at tit fáa eitt gott kvøld leygarkvøldið. Beint nú venja vit uttan høvuðssangaran, men hann kemur hósdagin. Harafturat kann eg siga, at tað vera Ariasangir, tøkuløg, The Beatles, løg frá 90unum, tá vit spældu og okkurt nútíðar lag. Sjálvandi verða eisini KÍ sangir, og í tí sambandi koma gestasangarar at syngja saman við Aria, sigur Ólavur at enda.

Tiltakið leygarkvøldið er ókeypis.

Harleyfacadeacryl