Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt brak í Runavík sunnudagin

Jákup Ósá

Sunnudagin verður grannauppgerð millum tey bæði sterkastu liðini í Eysturoynni. 

Í fjør steðgaði NSÍ sigursrøðini hjá Víkingi í hesum innanhýsis dystum. Men Víkingur svaraði aftur seinni og vann dystin í Sarpugerði. Hesaferð fáa vit helst eina ábending um, hvat av hesum báðum liðunum verður tað sterkasta í Eysturoynni í ár. At talan er um fyrsta dystin hjá Bárði J. Hansen ímóti Víkingum ger dystin kanska eyka áhugaverdan. 

Norðlýsið metir soleiðis um dystin, sum niðanfyri skrivað. Metingarnar um hinar dystirnar kunnu lesast í blaðnum. 


NSÍ-Víkingur

Eitt ordans brak í Runavík millumgrannarnar, sum hava verið partur av oddastríðnum seinastu árini.Hesaferð gevur tað dystinum nakað eyka, at A-landsliðsleikarinBárður J. Hansen spælir við NSÍ og fyri fyrstu fer skal spælaímóti Víkingi. Tað setur kanska Víking eyka nógv upp, men íNSÍ eigur eingin trupulleiki at vera við at seta seg upp, tíVíkingur hevur havt greitt yvirtakið á NSÍ seinastu árini viðundantaki av eina dystinum í fjør, tá NSÍ á Eystanstevnu vann4-2 uppá ein sannførandi seinna hálvleik. Vit kunnu vænta okkumein hart spældan dyst við nógvum kortum, tí eftir javnleik ífyrsta umfarinum, so kunnu liðini ikki vera heilt nøgd viðjavnleik. Hvørgan vil tapa hesa grannauppgerðina, men Víkingurkemur til dystin sum favorittur. Serliga tí, at føroyameistararnirhava so gott innanhýsis tak á NSÍ og tí, at teir síggja út tilat vera væl fyri í løtuni, sum teir vístu móti KÍ og B36.Tipping: 2 (1-2)