Lágtrýstini, sum vitja okkum mestsum alt árið, uppstanda yvir leiðirnar við eysturstrondina í USA. So fara tey eystureftir tvørtur um Atlantshav og raka onkrasteðs í Evropa. Leiðirnar eru nokkso ymiskar. Í hesum døgum fara tey fram við Nýfunnlandi, haðani ímóti Suðurgrønlandi og norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin. Av hesi orsøk eru tað ættirnar ímillum sunnan og vestan, sum hava sett sín dám á veðrið í Føroyum.
Eitt lágtrýst er uppstaðið í gjár, og ætlandi fer tað júst somu leið, sum nevnd er omanfyri. Men tað fer at verða djúpt – t.e. nógv megi, og vindurin fer at mala skjótt rundan um tað.
Sunnukvøldið er tað væntandi yvir Nýfunnlandi, men mánakvøldið er tað eftir øllum at døma statt einar 200 fjórðingar ein útsynning úr Íslandi. Tá er trýstið komið niður á 957 hPa. Tað er nokkso lágt. Týsdagin á middegi er tað helst beint vestan fyri Ísland og dýpt enn meiri – heilt niður í 949 hPa..!
Hóast langa teinin úr flógvunum vestan fyri Ísland til Føroya, so fer lágtrýstið at seta sín dám á veðrið her hjá okkum. Ættin um okkara leiðir er útsynningur ella útsynningur-sunnan, og soleiðis verður næstu dagarnar, líka til lágtýstið hevur mist sín mátt, og veðrið er blivið betri aftur.
Seinnapartin mánadagin fara vit at merkja tað. Vindurin fer at veksa upp í skrið, 15 til 20 m/s, seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið. Ættin fer at liggja um útsynning. Okkurt ælið, men fyri tað mesta turt.
Týsnáttina fer vindferðin at økjast upp í storm, 18 til 23 m/s, úr útsynningi-suðuri. Fram ímóti morgni fer at regna úr einari hitabrúgv, sum hoyrir til lágtrýstið, og beint í hølunum á hitabrúnni kemur ein kuldabrúgv við meira regni. Sum dagurin gongur, fer vindurin spakuliga at minka, og um kvøldið verður turrari.
Mikudagin er veðrið blivið betri aftur – og tá er datoið 21. desember, tríggir dagar til jóla og enn eingi tekin uppá nakran kulda.
Gevið gætur, at vindferðin omanfyri er miðalvindurin. Í støðum kunnu væntast væl harðari hvirlur.
Enn eru nakrir dagar til mánakvøldið og týsdagin. Hvussu skjótt lágtrýstið ferðast, hvussu nógv tað fer at dýpast og júst hvørja leið tað fer at ganga, kann broytast næstu dagarnar.
Men fylgt verður við gongdini….




