Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt Føroya Banka kvøld við manér í KÍ-høllini

Oliver Joensen

Fyrireikararnir aftanfyri 100 ára hátíðarhaldið hjá Føroya Banka í Klaksvík í kvøld, komu frá uppgávuni við manér.

Umleið 800 fólk høvdu tekna seg til forkunnuga kvøldið hjá Føroya Banka í KÍ høllini í kvøld og sigast má, at fyrireikararnir høvdu eina heppna hond í leiðsluni av kvøldinum. Tíðin bleiv hildin út í æsir og ikki minst tókti okkum at orðstýrararnir báðir, Óluva Zachariassen og Uni Arge, dugdu at sýna okkum luttakarum sóma við lýsingum sínum av tiltøkunum.
Luttakararnir á veitsluni komu bæði úr Norðoyggjum og úr Eysturoynni.
Filmurin, Føroya Banki hevði gjørt um søgu bankans var áhugaverdur og fram um alt ikki langdrigin og troyttandi, kanska kann eg siga, at hann segði stutt søguna um nógv, legði millum annað merki til Hans Jákup Frederiksen av Uppsølum, ið var ein av stavnamonnunum hjá Kjølbro í síni tíð.
Trummudansurin var hugnaligur at hoyra og ikki minst fangaðu eyguni dugnaligu dansararnar. Kóri SALT kom sum altíð væl frá síni framførðslu og ikki minst var tað ein sonn frøgi at leggja oyra til framførsluna hjá Lenu Andersen.
Og so teir báðir, Jacob Haugaard og Finn Nørbygård, teir hava onga nærri frágreiðing fyri neyðini, tó má sigast, at tað var ein eyka frægd at hoyra Jacob Haugaard royna seg á føroyskum, framúr tit báðir.
Finalan var ikki minst áhugaverd, tá nevndarformaðurin, Jóhan Páll Joensen og stjórin Janus Petersen, saman við Suna Schwartsson og øðrum góðum kreftum í bankanum fóru upp á pallin og sungu av lívsins kreftum.
Jú, tøkk Føroya Banki, hatta var eitt kvøld, ið var bankanum til sóma.