Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt fulltíðarstarv sum sløkkiliðsleiðari

John William Joensen

á sløkkiliðsstøðini hjá Klaksvíkar Kommunu er við hesum leyst at søkja.

Starvið / ábyrgd:
Sløkkiliðsleiðarin hevur tilvísing til býarverkfrøðingin og hevur ábyrgdina av sløkkiliðsstøðini og liðnum, og øllum virksemi, sum verður gjørt útfrá sløkkiliðsstøðini. Tann, ið settur verður, má tola bygnaðarbroytingar, har fleiri uppgávur – eisini leiðandi uppgávur – kunnu verða lagdar afturat starvinum.

Uppgávurnar:
Uppgávurnar hjá sløkkiliðsleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Nakrar av teimum eru:
·        leiðsla og ábyrgd av deildini
·        tilbúgving á landi og sjógvi
·        skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini
·        skipa fyri útbúgving av sløkkiliðsmanningini
·        hava eftirlit og umsjón við allari útgerð á støðini
·        umsita og luttaka í vaktarskipanini
·        umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini
·        umsita brandpostar, skorsteinar o.a.
·        at ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið
·        gera uppskot til fíggjarætlan
·        brunamálsviðgerð

Eginleikar / førleikar:
Neyðugt er, at tú:
·     hevur viðkomandi útbúgving og nøktandi leiðsluførleika
·     kanst vera á støðini innan 5 min frá fráboðan
·     hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg.
·     hevur víðkað fyrstuhjálparprógv
·     hevur prógv frá Statens Brandskole sum innsatsleiðari
·     hevur heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk
·     hevur nøktandi revsiváttan
·     hevur áræði, ert arbeiðssamur og røkin
·     hevur góð samstarvsevni, ert opin og fyrikomandi og
·     hevur telduførleika á grundstøði

Til ber at útvega sær umrøddu prógv í fyribilsstarvi, ið er hægst 1 ár, tá støða til endaliga setan verður tikin.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður at seta skjótast tilber. Lønarsamsýningin er ein samráðingarspurningur millum avvarðandi partar.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til býarverkfrøðingin ella býráðsskrivaran, tlf. 41 00  00. 

Umsóknir, saman við prógvum, møguligum viðmælum v.m., verða at senda til:
KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ
Postsmoga 2
700 Klaksvík

og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  tann 2. mai  2005.

KLAKSVÍKAR BÝRÁР
telefon 41 00 00 . telefax 41 00 01