Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt Harrans undur at eg eri á lívi

Rúna Sivertsen

Tað sigur Sjúrður Matras Absalonsen á Viðareiði, sum kom frá tí við lívinum, tá hann fríggjakvøldið datt oman á veg úr Viðvík til Viðareiðis

Tað sigur Sjúrður Matras Absalonsen á Viðareiði, sum kom frá tí við lívinum, tá hann fríggjakvøldið datt oman á veg úr Viðvík til Viðareiðis

Sjúrður datt í fríum falli einar 10 metrar av einum hamri og rullaði síðani umleið 30 metrar og endaði í einum gili. Bert fáar metrar aftrat, so hevði hann farið omanav í helluna ella í havið. Til alla Guds lukku var vallað beint har, ið hann kom niðurat, tí rundanum var grótut og hella.

– Eg misti burtur, so skjótt eg fór útav og minnist so at siga einki. Eg hómi, at eg hoyrdi neyðarrópið frá beiggja mínum, og at eg fekk ein stoyt, men tað er eisini tað einasta, eg minnist.

Beiggi hansara og tveir bróðursynir høvdu verið inni í Viðvík við seyði. Ímillum Gjáir á veg heimaftur til Viðareiðis, fór hann at hyggja, um hann sá nøkur havhestaegg. Hann fór út á tromina á einum kletti, legði seg á annað knæið fyri at toyggja seg útav at hyggja, um hann sá nøkur havhestaegg. Meðan hann liggur soleiðis, kemur hundurin og troðkar hann útav. Vanliga hava teir tog á sær, tá teir ganga har á leiðini, men hesaferð lá togið í ryggsekkinum.

– Tað var ein ræðulig løta, tá eg sá beiggja mín fara útav og fara rullandi oman móti bakkanum, sigur beiggi hansara, Árni M. Absalonsen. Tíbetur steðgaði hann og endaði í gilinum, men tað sá út fyri mær, sum hann var deyður og eg væntaði tað ringasta. Fyri at koma til hansara mátti eg ein umveg, og tað tók eina løtu at koma oman, har hann lá. Tað var ein øgiligur lætti, tá eg sá, at hann kvaklaðist við og var á lívi.

Sjúrður hevði skurslað sær andlitið eitt sindur og hevði ilt í beininum, men kendi sær annars einki mein. Hann vildi ikki, at boð skuldu sendast eftir neyðsendarfólki og við hjálp frá hinum, megnaði hann at ganga heim á slætt, har fólk frá bjargingarfelagnum á Viðareiði tók ímóti teimum. Tað vísti seg kortini, at hann hevði brotið beinið.

– Eg eri Harranum ógvuliga takksamur, at eg kom frá tí við lívinum og heilsuni. Eg veit ikki, hvussu ofta eg náttina eftir vaknaði og takkaði Harranum fyri, at eg framvegis eri á lívi.