“Talan er um eitt hendiligt óhapp, sum vit eru sera kedd av.” Tað sigur Tummas Henriksen, ið eigur ferðafólkabátin Jósup, sum í løtuni røkir Nólsoyarleiðina.
“Talan er um eitt hendiligt óhapp, sum vit eru sera kedd av.” Tað sigur Tummas Henriksen, ið eigur ferðafólkabátin Jósup, sum í løtuni røkir Nólsoyarleiðina.
Útvarpið visti at siga á middegi í dag, at Jósup tann eina túrin hevði havt fleiri fólk við enn loyvt er, og at ferðafólk høvdu kent seg ótrygg orsaka av hesum.
“Tað sum er hent er ein misskiljing millum tveir av manningini. Teir vóru sannførdir um, at tað vóru 69 fólk umborð á bátinum, men helst hevur tað talið verið hægri,” sigur Tummas Henriksen.
“Vit ganga øðiliga høgt uppí, at ikki fleiri fólk eru við, enn tað skulu vera, men her er ein feilur hendur,” sigur hann.
Trygdin var í lagið
Hóast Jósup ikki hevur loyvi at hava fleiri enn 70 fólk við vetrarhálvárið, so hevur hann trygdarútgerð til nógv fleiri fólk enn so.
“Vit hava bjargingarbátar til 125 fólk og belti til 88 vaksin og 15 børn. Tað er ikki trupulleikin. Men har er ein feilur hendur, sum ikki skal henda,” sigur Tummas Henriksen.
Síðani hendingina hava teir umborð á Jósupi broytt mannagongd, tá ferðafólk koma umborð.
“Nú stendur ein og telur fólkini sum fara umborð, meðan ein annar stendur við billettmaskinuni. Hetta er fyri at tryggja enn betur, at um onkur skuldi verið við, sum ikki rindar ferðagjald, so verða tey eisini tald við,” sigur Tummas Henriksen.




