”Eitt hol í sálini” eitur fyrsta krimibókin í spildurnýggju bókarøðini 3 VINKONUR, sum serliga er ætlað ungfólki millum 12 og 16 ára aldur og snýr seg um kærleika, vinalag, einsemi og morð.
— Eg skrivi ikki námsfrøðiligar lærubøkur. Mín heimangerð er, at bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær skulu fáa tey mongu ungu til at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur navnframi norski rithøvundurin Kjetil Johnsen, sum við bókum sínum rúnabindur ungar gentur og dreingir.
Ein ung genta verður funnin deyð, flótandi á einum lítlum vatni í Djúpadali. Hon er nakin og pakkað inn í plast. Onkur, sum kendi hana, hevur dripið hana.
Soleiðis byrjar nýggja ungdómsbókarøðin 3 VINKONUR. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur, og vit fáa forsøguna til morðið at vita, dag undan degi. Bara eitt er vist – tann dripna er ein av teimum fýra høvuðspersónunum, ið eru: Vilborg, Nora, Trina og Benadikta. Men hvør teirra er tað? Og hví?
Kjetil Johnsen, f. 1966, hevur starvast sum blaðmaður og sum blaðstjóri á norskum ungdómsbløðum sum m.a. «Topp», «Vi og Gutta» og «4U». Bókarøðin "Tusen biter" byrjaði upprunaliga sum ein framhaldsrøð í «Vi og Gutta» og varð ómetaliga væl dámd. Seinni eru bøkurnar nærri viðgjørdar og longdar og givnar út á prenti, og frá 2002 til 2005 vórðu í alt átjan bøkur givnar út. Evnið í teimum bókunum var tað, sum fór fram millum ein flokk av ungum og lív teirra tey bæði seinnu árini í ungdómsskúlanum.
Kjetil er nú umframt at skriva sjálvur eisini ritstjóri í stóru blaðfyritøkuni Egmont, og í hesum døgum verður ljóskastarin settur á nýggju bókarøð hansara, 3 VINKONUR. Sjálvur kallar hann søguskriving sína ítrív.
Krimirøð fyri ungdóm
Hetta síðsta árið hevur Kjetil brúkt til bókarøðina 3 VINKONUR, og nú hevur hann skrivað fyrstu fimm bøkurnar lidnar. Heimangerðin er at skriva í alt 10 ella 12 bøkur.
"Eitt hol í sálini" varð send út sum gáva saman við stóra norska ungdómsblaðnum "Topp" í summar. Seinasta bókin er í Norra prentað í ikki færri enn 80.000 eintøkum.
– "Tusen biter" var ein sápuopera fyri ungdóm, men bókarøðin 3 VINKONUR eru meira íblást av krimisjangruni, greiðir rithøvudurin frá.
3 VINKONUR snýr seg um tær fýra vinkonurnar Vilborg, Noru, Trinu og Benadiktu. Ein summardag verður ein teirra funnin deyð á vatninum. So verður tíðin skrúvað aftur til tríggjar vikur fyri morðið og gerandisdagarnar hjá vinkonunum framman undan hendingini. Men hvør av teimum fýra er tann dripna gentan?
Tað er ikki so ofta, at vaksnir menn skriva um og fyri gentur í tannárunum, men Johnsen viðgongur, at hann fekk gott innlit í, hvat ið ungar gentur hava at dragast við, og hvat ið hugtekur tær, tá ið hann sjálvur starvaðist á ymsum ungdómsbløðum fyri nøkrum árum síðan.
Ongantíð frí
Kjetil Johnsen hevur búð í Nittedal uttan fyri Oslo í níggju ár saman við konu og trimum børnum millum 11 og 15 ára aldur. Tey eru øll ógvuliga virkin, og hevur húskið nakrar óvæntaðar frídagar, so er ikki langt til summarhúsið uttan fyri svenska Torsby. Teldan fylgir við.
— Tað ber á, at eg lati bók vera bók ein dag ella báðar tveir, um veðrið er framúr. Men so má eg jú bara skriva tað tvífalda dagin eftir. Soleiðis er lívið, sigur Kjetil. Hann gremur seg ikki, men viðgongur, at onkuntíð kann tað vera ein fyritøka at skriva. Aðrar tíðir er tað ein sannur gleimur.
— Eg dúvi uppá, at teir góðu dagarnir bøta aftur fyri teir vánaligu, so at úrslitið verður nýtiligt og ein stuttleiki at lesa.
Men hvar í allari verðini fær ein tilkomin maður íblástur til bøkur, sum gentur í tannárunum slúka?
— Hjá mær er hetta eitt arbeiði. Eg kann ikki seta meg niður at bíða eftir, at íblásturin skal koma! Men eg brúki jú nógvar royndir úr mínum egna lívi og fólk, sum eg havi hitt. Tað er ikki so stórur munur á tannáringum fyrr og nú. Hóast málið og formurin kanska eru broytt eitt sindur, so eru grundleggjandi tvørleikarnir teir somu; óvissa, trilvan, samleiki, kærleiki, vinalag.
Dreingir lesa minni
— Tíverri eru dreingir ikki so grammir at lesa sum gentur, sigur Kjetil.
— Tað er torførari at fáa dreingir at lesa. Teir kunnu fáa áhuga fyri fyribrigdum sum Harry Potter, men tað merkir ikki, at teir halda fram og lesa nógv, soleiðis sum gentur ofta gera. Tað eru mínar royndir, og eg veit tað bæði frá mínum egnu børnum og frá tí sambandi, eg havi við lesarar mínar, sigur Kjetil Johnsen.
Hann heldur seg sjálvan hava verið hepnan, at hann slapp at vaksa upp í einari tíð, tá ið átta Morgan Kane-bøkur komu út. Kjell Hallbing er ein av barndómsins mongu hetjum.
— Alt, sum Hallbing skrivaði, var langt frá líka gott, men tað batnaði, sum frá leið. «Der ørnene dør» er frálík og harumframt eitt sindur ónorsk. Tað er eisini ein av teimum fyrstu krimibókunum, eg las, og harvið eitt lýsandi barnaminni.
Í holdið borið
Hjá Kjetli Johnsen er tað ikki umráðandi at læra nakað, tá ið hann lesur.
— Eg orki hvørki at skriva ella lesa ov nógvar málandi lýsingar, fløkjasligt mál og sálarfrøðiligar hugleiðingar. Nei, gev mær heldur eitt dráp ella bæði tvey!
Hann smírist eitt sindur at sínum egnu tabloidu útsøgnum, men leggur herðslu á, at krimisjangran liggur penni sínum nær.
Hugurin at skriva er honum á mangan hátt í holdið borin. Kjetil hevur fingist við tað, síðan hann var 7 ára gamal. Tá ið hann var 13, fekk hann eina stuttsøgu við í «Ukeadressa».
At ítrivið gevur honum eina inntøku framíhjá, er heldur ikki so galið, viðgongur gifti pápin, sum trívist best í norska landslagnum.
— Eg kann rætt og slætt ikki gevast at skriva. Og so brellist eg eisini eftir at skriva eina lættføtta krimiskaldsøgu fyri vaksin. Eina ferð í framtíðini fari eg at gera tað. Eg veit akkurát, hvussu eg vil hava hana, sigur Kjetil Johnsen.
Næsta bók í røðini, ”Vandamikli mussurin”, kemur á føroyskum á grækarismessu. ”Eitt hol í sálini” er sum sagt fyrsta bókin í røðini 3 VINKONUR, sum serliga er ætlað ungfólki millum 12 og 16 ára aldur. Jákup í Skemmuni hevur týtt hana til føroyskt, og Forlagið Nýlendi gevur út. Sniðgevin Johanna Blom hevur gingið bókunum skap, og listakonan Ronja Berg hevur skreytað tær. ”Eitt hol í sálini” er 176 blaðsíður stór fikkubók, sett hjá Cre8 í Klaksvík og prentað í Litava. Bókin fæst í øllum bókabúðum fyri kr. 79,95.




