Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt lágtrýst á veg

Hanus Kjølbro, Sjónám

Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað er luft úr Norðuramerika, sum rekur yvir oyggjarnar í dag. Í Kanada er kalt hesa ástíðina, og luftin er ornað eitt fitt vet, áðrenn hon er komin til Føroyar. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá temperaturi, sum liggur 1 og 2 tvey stig oman fyri frostmarkið. Vinferðin er ímillum 5 og 10 m/s úr útsynningi-vestri.

Ættin fer ikki at broytast nógv í dag ella fyrrapartin í morgin. Vindferðin fer at økjast upp í 8 til 12 m/s í kvøld og 10 til 15 m/s um midnáttarleitið. Ælaveður alla tíðina við vátakava ella kava, og hitin fer at liggja um frostmarkið. Vindur fer at minka aftur í morginári niður í 8 til 12 m/s og 5 til 10 m/s á middegi.

Seinnapartin í morgin fer ættin at snara niður ímóti suðuri, og vindferðin minkar niður í 3 til 6 m/s. Fríggjanáttin fer vindur at veksa úr landsynningi og um morgunin úr útsynningi. Talan er um eitt lagtrýst, sum er á veg í móti Norra, og sum ætlandi fer at menna seg upp í ódn teir næstu dagarnar. Lágtrýstið mennir seg á vegnum til Norra, og vit sleppa ikki heilt snikkaleys. Á middegi fríggjadagin er vindferðin komin upp í storm – 25 m/s – úr lágum vestri. Soleiðis sum tað sær út í løtuni, er tað ringasta yvirstaðið seinnapartin – um 3-tíðina.

Vit fara at fylgja við hesum lágtrýsti teir næstu dagarnar.