Hóast Klaksvíkar sjúkrahús ikki er stórt, og ikki fyllir nógv í almennu heilsuútreiðslunum hjá Landsstýrinum, so veitir Klaksvíkar Sjúkrahús samfelanum eina stóra mongd av tænastum.
Hóast Klaksvíkar sjúkrahús ikki er stórt, og ikki fyllir nógv í almennu heilsuútreiðslunum hjáLandsstýrinum, so veitir Klaksvíkar Sjúkrahús samfelanum eina stóra mongd av tænastum.
Í høvuðsheitinum kanst tú kanska siga, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tvinnar seingjadeildirdeildir, nevniliga deild A og deild M.
Deild A servicerar fyrst og fremst skurðlæknunum , har Jákup Petersen ortipædiuskur skurðlækni eisini er yvirlækni, og Boguslaw Koszman er almen kirurgur. Deild M servicerar í høvuðsheitinum medisinska deildin, starvast Korosh Taheri leiðandi yvirlækni.
Afturat hesum trimum, starvast Magnus á Stongunum á sjúkrahúsinum sum hjálparlækni.
Afturat hesum læknunum, fær sjúkrahúsið javnan vitjan av serlæknum innan ymisk øki. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið kent fyri ortopædisku viðgerðirnar, líka síðani sera vælumtókti Gordhan Rajani legði grundina undir ortopædisku skurðviðgerðirnar her. Ídag hevur Jákup Petersen skipa so fyri, at sjúkrahúsið javnan fær vitjan av serlækna í hond ortopædi og eisini ein serlækna í akslaortopædi.
Harumframt hevur kendi klaksvíkingurin frá hospitalinum í Ålborg havt afturvendandi konsultatiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í urologi.
Hóast nógvar skurðviðgerðir vera gjørdar á sjúkrahúsinum, so hevur tað ikki enn eydnast at fingið narkosulækna í starv her, og tað hevur verið eitt sindur óheppi, tí tað ger sjalvandi tilrættarleggingina eitt sindur truplari, tá skurðviðgerðir krevja narkosulækna. Men higartil hevur borið til at útvega slíkar tá tørvur hevur verið á tí.
Sjúkrahúsið veitir sum sagt nógvar tænastir, og leiðandi fólk eru úr ymiskum fakbólkum.
Á narkosudeildini er Anfríð winther leiðari, á fysiurgisku deild er Henning janskorð, Laboratoriið, karin jacobsen, Køkurin, Torgerð Dam, lungaambulatoriið, Sigrun Heldarskarð, diabetis ambulatoriið, Durid í Grótinum, skurðdeildin Helena Sundskarð, deild A, Monica Ziska, Deild M, Senova Hansen, røntgendeildin Joan Sivertsen, Ryggambulatoriið Jákup Petersen.
Til fyri stuttum hevði Klaksvíkar Sjúkrahús eisini eina føðideild, men hendan var niðurløgd undir seinasta landsstýri, og síðani hevur verið stórur saknur í hesi deildini.
Sjúklinganøgdsemis-
kanningin
Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so hevur Klaksvíkar Sjúkrahús 115 ár á baki. Hóast sterkar kreftir hava viljað miðsavna alt sjúkrahúsverkið, so hava føroyingar hildið, at rætt hevur verið við trimum sjúkrahúsum í Føroyum. Hetta er eisini sligið fast fleiri ferðir á Tingi.
Tað boðar eisini frá, at Klaksvíkar sjúkrahús er á rættari leið, tá ein lesur Sjúklinganøgdsemiskanningina, ið varð gjørd í 2010. Her fær Klaksvíkar Sjúkrahús topp karakter.
Gongdin ídag
Tá tosað verður um sjúklingaviðgerðir ídag, so verður alt meira og meira tosað um, at viðgerðin skal vera so nær brúkaranum sum gjørligt. Færri seingjadagar, bæði undan viðgerð og aftaná viðgerð sýnast at vera lyklaorðini.
Hetta fyrst og fremst fyri at sjúklingurin skal vera so stutt frá arbeiðinum í sjúkraviðgerð sum gjørligt, men eisini tí tað er neyðugt at fáa sjúklingin at virka í tí umhvørvinum har hann hevur sína dagligu gongd.
Tað eru tey innan framtíðar sjúkrahúsverkið, sum spáa, at tíðin skjótt er farin frá sentralum mastotontbygningum. Ístaðin gongur trendin alt meira og meira fram ímóti at viðgerðin flytir so nær sjúklinginum sum yvirhøvur gjørligt.
Í Klaksvík er fysiurgiski stovnurin ”Ven og virka” farin undir miðvist arbeiði at førleikamenna fólk í pensiónsaldri at vera heima sum longst.
Nú tað gongur við rúkandi ferð við nýggjari tøkni, verður eisini tosað um ”Epital” ein nýggjur formur fyri læknatænastu heima hjá fólki.
Um onkur hevur hug at seta seg meira inn í hesi tingini, so ber til at googla ”Epital” og síggja filmklipp har og eisini liggur nøgdsemiskanningin á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Oliver




