Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt meistaraverk

Dávur Winther

Kl. 15 í dag varð eitt størri listarverk við 10 myndum, sum Edward Fuglø hevur gjørt, ið hann kallar, Jesus úr Nasatret, avdúkað í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Hetta er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar til og líma teir á rundar træplátur.

Kl. 15 í dag varð eitt størri listarverk við 10 myndum, sum Edward Fuglø hevur gjørt, ið hann kallar, Jesus úr Nasatret, avdúkað í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Hetta er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar til og líma teir á rundar træplátur.

Nógv fólk vóru komin saman at vera við til avdúkingina. Fyrstur at avdúka myndina “boðanin” var Sámal Kristiansen, sum sat í kirkjuráðnum, tá ið Christianskirkjan varð bygd.

Fólk vóru málleys – ja, onkur teirra fingu tár í eygunu av undran. Tað vóru ikki orð fyri vakurleika og listarligum hegni, ið Edward Fuglø her sýndi fram – Ja, hetta má sigast at vera eitt at hansara høvuðsverkum.

Hini verkini vórðu avdúkað av verandi kirkjuráðslimunum. Ein dama, sum eisini var sera hugtikin, var sjónleikarin, Lone Hertz. Hon skal í annaðkvøld kl. 20 halda fyrilestur og lesa upp úr Openberingini. Hesar frálíku myndirnar hóska sera væl til mín fyrilestur, helt hon fyri.

Tá ið tann eini av kirkjuráðslimunum varð spurdur, um hví tey júst høvdu fingið Edward Fuglø at gera hetta listprýðið til kirkjukjallaran, segði hann, at Edward hevði sett seg so væl inn í tekstin og kom við so sannførandi útkasti, at ikki kundi annað enn takast av hansara skilagóða uppskoti, sum í dag gongur sjón fyri søgn – eitt satt meistaraverk.

Altartalvan, báturin og skurnarfondurin hava øll sína serligu søgu. Listaverkið hjá Edward Fuglø – Jesus úr Nasatret, kann metast við eina aðra altartalvu, sum fer at fáa eins nógva vitjan og umtalu og verandi altartalva í Christianskirkjuni.

Listin kann bert upplivast og síggjast – hon er sanniliga eina vitjan verd!