Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt nýtt skúlaár er byrjað

Danial Viðoy

Miðnámsskúlarnir á Kambsdali vóru á tremur við nýggjum og spentum næmingum í morgun, tá ið skúlaárið 14/15 fór av bakkastokki. Myndin er broytt, tí nú fara so at siga øll í skúla, eftir at fólkaskúlin er lokin.

Miðnámsskúlarnir á Kambsdali vóru á tremur við nýggjum og spentum næmingum í morgun, tá ið skúlaárið 14/15 fór av bakkastokki. Myndin er broytt, tí nú fara so at siga øll í skúla, eftir at fólkaskúlin er lokin.

Á Studentaskúlanum byrjaðu fimm nýggir flokkar við væl oman fyri tjúgu næmingum í hvørjum flokki. Á Handilsskúlanum var talið á leið tað sama.

Fyri bert 10 til 15 árum síðani vóru tað verri enn so tey flestu, sum valdu at fara víðari á miðnámsskúla. Nú eru tað fá, sum ikki velja at fara víðari í skúla. – Ein nýggj gongd, sum krevur tillagingar og størri miðnámsskúlar.

Broytingar í miðnámsskúlaskipanini

Tað er mest sum plásstrot á miðnámsskúlunum. Tað sæst m.a. á byggivirkseminum. Á Kambsdali verða Handils- og Studentaskúlin útbygdir, og í Tórshavn verður ein spildur nýggjur miðnámsskúli bygdur.

Tað hendir nógv á miðnámsskúlaøkinum. Breytirnar eita ikki longur matematiska ella málsliga deild, men ístaðin Náttúru- og Hugbreyt, tó við á leið sama innihaldi sum fyrr. Og Handilsskúlin hevur nú breytina, Búskaparbreyt. – Og ætlanin er, sum undirritaði skilur, at leggja báðar skúlarnar saman, til tess at víðka um møguleikararnir hjá teimum lesandi.

Tað er drúgt at arbeiða við skúlaskipanum, og tí verður tað ikki broytt eftir einum degi. Men heldur við smáum tillagingum, sum vit síggja tað henda í hesum døgum. – Eina ferð verður tað allarhelst ein miðnámsskúli við fleiri breytum og fleiri valmøguleikum.